Aftur ein bilførari tikin við kenning mitt um dagin
Blóðroynd er tikin av honum og so gongur málið sína gongd
Áki Bertholdsen
22. apríl 2024 kl. 09:07
Tað er ikki bara um næturnar, at bilførarar koyra ávirkaður. Seinastu tíðina er tað nevniliga hent fleiri ferðir, at løgreglan hevur tikið bilførarar á alljósum degi fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka ella rúsevnum.
Og tað hendi aftur í gjár tá ið løgreglan var á ferð runt um í Eysturoynni. Í Runavík fingu tey illgruna til ein bilførara og tí varð bilurin steðgaður. Hetta var á miðdegi í gjár og tá ið bilførarin blásti í alkometrið gav tað størri útslag enn gott er.
Løgreglan sigur, at av tí sama varð blóðroynd tikin av bilføraranum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.