3899 fólk hava fingið staðfest koronusmittu seinasta samdøgrið í Danmark, vísa nýggjastu tølini frá Statens Serum Institut, og hetta er hægsta smittutalið á einum degi, ið hevur verið skrásett í 2021.
Fyri bert seks døgum síðani vórðu 3017 tilburðir staðfestir á einum degi, og tað var tá met fyri árið í ár.
Tað metið er nú so dyggiliga sligið við teimum 3899 tilburðunum, ið hava verið staðfestir seinasta samdøgrið.
Fyri seks døgum síðani segði Viggo Andreasen, lektari í matematiskari epdemiologi, við Ritzau, at vandi var fyri, at smittan í Danmark fór at tvífaldast, um ikki okkurt verður gjørt.
Tilburðirnir eru staðfestir út frá 150.587 kanningum, og hetta hveur eitt positivprosent á 2,59.
Í løtuni eru 371 fólk innløgd á donskum sjúkrahúsum við koronu, ið er 15 fleiri enn í gjár.
Níggju fólk hava latið lív við koronu seinasta samdøgrið í Danmark.