Filmurin er um Sophie (Frankie Corio), ið grundar yvir eina charterferð við pápanum (Paul Mescal) í Turkalandi fyri tjúgu árum síðan.
Við høvuðsdenti á viðurskiftini millum pápa og dóttir førir filmurin okkum eymligani aftur til sólheita frítíðarstaðin í 90’unum, har vit møta sólbrúnum ferðafólkum, ið dansa Macarena og liggja slotandi við svimjihylin, meðan ein karaokesangari roynir seg við sanginum hjá R.E.M. ”Losing My Religion”.
Paul Mescal hevur fyrr spælt við í røðini Normal People og í Oscartilnevnda filminum The Lost Daughter. Hann er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina í ár fyri leiklutin í Aftersun. Poetiskt melankolski filmurin Aftersun varð frumsýndur í Cannes í fjør, har Charlotte Wells vann French Touch Prize of the Critics' Week Jury.
Filmsfelagið 15/2 Aftersun (Charlotte Wells Bretland 2022 96 min)