Sharbat Gula, afghanska kvinnan, sum í 1985 varð avmyndað á ikonisku forsíðuni á National Geographic, er endað í Italia, eftir at tey sameindu stóðu fyri at flyta fólk burtur úr Afghanistan, tá Taliban hertók landið aftur.
Skrivstovan hjá italska forsætismálaráðnum, Mario Draghi, sigur sambært The Guardian, at Italia hjálpti at skipa fyri at fáa Sharbat Gula úr landinum, eftir at hon hevði biðið um hjálp, og at italska stjórnin hevur í hyggjuni at hjálpa henni at venja seg við lívið í Italia.
Sharbat Gula, eisini kend sum Afghanska gentan, gjørdist heimskend, tá National Geographic hevði hana á forsíðuni. Myndamaðurin Steve McCurry hevði fangað eina mynd av henni í einari flóttafólkalegu í Pakistan, og serliga eru tað kláru grønu eygu hennara, ið gjørdu myndina kenda. Myndin gjørdist ímyndin av ræðuleikunum, ið afghanska fólki livdu undir undir afghanska krígnum frá 1979 til 1989.
McCurry visti ikki, hvør gentan var, tá hann tók mynd av henni í 1985, men í 2002 eydnaðist tað honum at finna fram til hennara fyri fyrstu ferð, síðan myndin varð tikin, og hann kundi tá staðfesta, at gentan, sum tá var vaksin kvinna, var Sharbat Gula.
Sambært The Guardian var Gula í 2014 í Pakistan, men hon varð víst úr landinum og fór aftur til Afghanistan.
Tey sameindu tóku seg kortini úr aftur Aghanistan í summar, og landið fall samstundis til Taliban herdeildir, sum aftur nú hava ræði á Afghanistan.