Afganistan: Taliban hevur tikið stórbýin Kunduz

Við 270,000 íbúgvum, og jørð sum er rík í mineralum, er tað ein stórur sigur fyri Taliban at hava fingið valdið í Kunduz

Silja av Reyni Wennerström
8. august 2021 kl. 18:18

Kríggið í Afganistan er versnað seinastu dagarnar, nú Taliban er í ferð við at leggja stór øki undir seg. Nógvar bumbur eru sleptar og sivilfólk í túsindatali hava latið lív. Eisini eru almennir persónar, journalistar og aktivistar dripnir. Kunduz er ein týdningarmikil sigur fyri Taliban, av tí at hann hevur nógvar íbúgvar og mineralríka jørð. 

Kunduz hevur eisini motorvegir, sum leiða til høvuðsstaðin Kabul, og hetta setur Kabul og stýrið í Afganistan í eina svára støðu. 

Eisini hevur Kunduz mark við Tajikistan, og um hetta markið verður opium smuglað. Opiumið verður síðan gjørt til heroin og endar í Evropa. Taliban fær nógvan pening ígjøgnum hesa narkotikarutuna, og tað styrkir felagsskapin fíggjarliga.

Fyri fáum døgu síðan tók Taliban eisini býin Zaranj, sum liggur við markið til Iran. Og nakrar tímar eftir at Taliban tók Kunduz, tók felagsskapurin eisini Sar-e Pol, ið hevur 50.000 íbúgvar.

Joe Biden, forseti í USA, hevur sagt, at 11. september, tjúgu ár eftir yvirgangsálopini á World Trade Center, fer amerikanski herurin úr Afganistan.