AFGANISTAN OG FØROYSKT HJARTALAG

...hmm...minnist tá Afganistan dagaði upp úr miðlatokuni millum jól og nýggjár í nítjanhundrað og níggju og hálvfjerðs og tað aftur av álvara fór at ridla undir heimsfriðinum eftir ein linna í kalda krígnum í nøkur ár...

Carl Jóhan Jensen
20. august 2021 kl. 10:59

...ein óveðursaman triðja jólamorgun vaknaðu vit við køld tíðindi...nú hevði Sovjetsamveldið sent her inn í Afganistan til at bjarga eini verðsligari...óislamiskari stjórn..frá falli...ella tað skrivaði almenna sovjettiska tíðindastovan TASS, segði útvarpið...

...fá í Føroyum...Heini Olsen, verkfrøðingur undantikin...høvdu minstu hilling á, hvat ella hvar Afganistan var...ella visti nakað sum helst um søguna hjá landinum og um viðurskiftini har annars...

...men tað forðaði nú ikki nøkrum í at taka støðu...íðan kravdu fólk hvørki at gita ella vita...enn var sum sagt kalt kríggj...og tey, sum ikki avnoktaðu Sovjettsamveldið og allar gerningar tess...tey vóru kommunistar...og liðugt...

...øll fýrsárini út ígjøgn var ímyndin av Afganistan som í miðlunum og sostatt í fólkahuganum við...ein vígvøllur har tað ónda...Sovjettsamveldið...vildi basa tí góða...frælsisstríðsmonnunum, sum vesturheimurin við USA á odda stuðlaði og læt vápn, útgerð og milliardir av dollarum...í so máta var Afganistan næstan, sum eitt annað Ísrael í heimsvaldatalvinum...

...alt tað sama var Sovjettsamveldið langt burturífrá fyrsta stórveldið, sum voldi hernað í Afganistan...tað hava stórveldi gjørt, síðan Aleksandur mikli var á døgum...og tað er ikki av ongum, at landið verður skírt “ein kirkjugarður hjá stórveldum”...

...millum aðrar royndu  Bretar...í síni heimsveldistíð... at leggja landið undir seg...tað var í nítjandu øld...til at verja síni áhugamál í India...førdu trý kríggj har frá átjanhundrað og trý og tjúgu til nítjanhundrað og nítjan...men eins og Sovjetsamveldinum kostaði tað bretum dýrt og umsíðir máttu teir eisini lúta og smyrja seg við at hava millum nakað og einki at siga í landinum...

...nei, ikki er lætt at fáa bilbugt við Afganistan...landið er ikki ein tjóð, men fleiri...at kalla hvør dalur hevur sína tjóð...og tær semjast illa sínámillum...sjálvt innlendir valdsharrar hava havt misjavna eydnu við stýrisvølin...annaðhvørt teir fingu stuðul uttanífrá ella ikki...

...eitt nú Amanullah Khan...sum kom til valdið við bróðurmorði...sigst...eftir fyrra heimsbardaga...í  nítjan hundrað og tjúguárunum setti Amanullah Khan sær fyri at nútímansgera Afganska samfelagið eftir vesturlendskum leisti...avtók trældóm og burka...ætlaði at útbúgva fólkið...ikki síðst kvinnurnar...men afganar gjørdu uppreistur...vildu ikki vita av nøkrum umskifti...hvaðna minni javnrætti...í teirra verð vóru strong trúgv og aldagomul hevd ímyndin av tjóðarfrælsi...í nítjanhundrað níggju tjúgu mátti Amanullah Khan...sperðlaður og sperdur av uppreistrarherum...leggja frá sær og flýddi til India og seinni Evropa, har hann doyði í nítjahundrað og trýss...summi siga í Italia...onnur í Sveis...

...aðrir valdsharrar...úr skiftandi hugsjónarligum ættum...hava síðani roynt at innleiða nýggjar tíðir við búskaparligum framtøkum, fólkaræði og almennum rættindum, men fingið somu lagnu sum Amanullah Khan...

...og nú er so enn ein nýskipanarstjórn fallin...hóast vesturheimurin hevur hjálpt og stuðlað henni hernaðarliga sum búskaparliga í úti við tjúgu ár...talibanar, sum stýrdu við morði og yvirgangi frá nítjanhundrað og sekshálvfems til tjúguhundrað og tvey, hava aftur tikið ræðið... og einki bendir á, at stýrislagið hjá teimum verður nógv øðrvísi nú, enn tað var tá...

...íðan er tað ikki meir enn vón, at mangur vesturlendskur politikkari er í villareiði...alskyns brigsl fýkur í miðlinum...hvør leggur annan undir tað, sum hent er...men lítið broytir tað veruleikan í Afganistan...

...eitt er tó rættiliga vist...er tað vit síggja og hoyra í miðlunum bara toluliga eftirfarandi... og tað er flóttafólkastreymurin...roknast má við, at afganar í milliónatali fara leita sær friðskjól í øðrum londum í komandi tíðum...og helst eisini her um okkara leiðir...

...fyri skjótt tíggju árum síðan rak táverandi løgmaður...Kaj Leo Johannesen...í eini nýggjársrøðu framundir, at kanska áttu føroyingar at tikið ábyrgd í flóttafólkaspurninginum...eini trýss flóttafólk mátti føroyska samfelagið vera ført fyri at lofta, helt Kaj Leo...men har ætlaði hann føroyskum hjartalagið meir enn tað evnaði at bera...sjáldan hevur ein løgmaður verið so maldýggjaður til fyri eina nýggjársrøðu...eitt ramaskríggj rungaði eftir í nýggjársmyrkrinum...minni enn svakur kundi løgmaður ikki vera...vildi hann koyra samfelagið av lagi...?...vildi hann gera Føroyar til eitt muslimabøli...?...

...og sjálvandi...løgmaður mátti eta síni orð í seg aftur...hvat tá...og pressufulltrúin hjá honum sissa fólk, so frægt hann dugdi...

...síðan hevur flóttafólkapolitikkurin...ið hvussu er tann, sum veljararnir taka undir við...verið, at krígsplágað og forfylgd eru best hjálpt heima hjá sær sjálvum...og ikki sørt, at Afganistan hevur verið tikið fram sum eitt fyrimyndarligt dømi um tað...

...men hvussu verður nú...?...

...gaman í øtast mong við tað, tey síggja á skíggjanum í sínum lýggju stovum...men hvussu er hjartalagið til flóttafólk...er tað enn líka kaldligt sum í nýggjársmyrkrinum fyri smáum tíggju árum síðan...?...ella er tað farið at flóna eitt sindur...?...ið hvussu er hetta, meðan neyðin har yviri verður miðlað inn í síggjandi eygað...ja, hvat vil veljarin, at almennu Føroyar gera, tá...og ikki um...afgansk flóttafólk leita sær náðir hjá okkum...skal politikkurin enn sum fyrr vera tann, at tey hjálpast best heima hjá sær sjálvum...?...

...ja, spyrst, so jánkast...