Ætli mær at vera pensjónistur eftir nýggjár

Kommunuval 2024: Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 12:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Fegnist um nýggju kaiina í Hvannasundi, og um útstykkingarætlanina, sum er í gongd.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Tað eydnaðist ikki at fremja endurskoðan av byggisamtyktini fyri kommununa.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Stóra avbjóðingin er at møta teimum avbjóðingum, sum eitt betri ferðslusamband við nýggju tunlunum fer at hava við sær. Vónandi kemur tað eisini at merkja eitt betri busssamband, enn tað, vit hava í dag.

- Ein onnur avbjóðing verður at fáa gongd á bygging av íbúðum.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Nei – ætli mær at vera pensjónistur eftir nýggjár :)