Ætlanin er nú at fara undir eina risastóra útbygging afturat á havnarlagnum í Havn.
Tórshavnar Havn er akkurát bygd út, so nú er Eystarabryggja 95.000 fermetrar størri enn tað var.
Upprunaliga ætlanin var at gera eitt havnarlag upp á 168.000 fermetrar undir Skansanum í Havn, men endaliga úrslitið var, at 68.000 fermetrar vórðu skarvaðir av útbyggingini.
Men nú ætlar Tórshavnar Býráð fullføra ætlanina og at byggja 68.000 fermetrar afturat undir Skansanum og norðureftir við Strond í Havn.
At ætlanin varð skerd, minkar um nyttuna av havnarlagnum, og tað minkar eisini um møguleikarnar at nøkta tørvin, sum eru til farmaflutning og uttanlandssigling í framtíðini, sigur býráðið.
Ein onnur avleiðing er eisini, at ætlanin at gera nýggian til- og frákoyringarveg ímillum, havnalagið og ringvegin ikki kundi fremjast.
Tey siga eisini, at til- og frákoyringin frá havnaøkinum, er ikki er nøktandi til tað nógva virksemið, umframt at tað nógva virksemið í sær sjálvum eisini krevur meiri pláss.
Gerandisdagar er miðalferðslan undir Skansanum út á ídnaðarøkið 1.019 akfør um dagin. Verða vikuskiftið tald við, eru í miðalferðslan 856 akfør um dagin.
Hvønn gerandisdag koyra 61 treylarar og stórir lastbilar undir Skansanum.
Tá ið núverandi útbygging var til politiska viðgerð fyri nøkrum árum síðani, var stór mótstøða ímóti útbyggingini. Serliga hugsaðu fólk umSkansan og fornminnini við Skansan.
Tí er endamálið at útgreina viðurskiftini neyvt, soleiðis at tørvurin á útbyggingini verður væl grundaður. Somuleiðis er ætlanin at skipa tiltaki, har allir áhugapartar leggja síni sjónarmið fram.
Tey vísa eisini á, at í øðrum býum er vanligt, at søguligir havnaskansar so líðandi verða innilokaðir so ella so av einumvaksandi býi.
– Á sama hátt kann tá hugsast, at verður Skansin innigyrdur í einum hóskandi og virðiligum umhvørvi, kundi hann fingið ein nýggjan býarskipanarligan týdning fyri býin
Eitt nú kundi Skansahellan verðið varðveitt í einum kyrrum bátahyli, og sostatt kundi verið nýtt meira enn hon verður í dag, av tí at her er nakað ábart og veðurhart.
Tí ætlar býráðið nú at seta eina millión av til at gera tað fyrireikandi arbeiði til útbyggingina.