Ætla framvegis at byggja umstríddan bygning í miðbýnum í Havn

Nú er ikki longur talan um eitt parkeringshús við íbúðum, men um eitt íbúðarhús við parkeringsplássum

Tað er á hesum strikaða stykkinum mitt í býnum, at ætlanin er at byggja
Áki Bertholdsen
3. juni 2024 kl. 14:30

Arbeitt verður framvegis við ætlanin at byggja ein stóran bygning mitt í Havnini. Men nú sær bygningurin munandi øðrvísi út enn upprunaliga ætlað.

Hetta hevur verið eitt rættiliga umstrítt mál, tí talan er um at byggja á einum stykki ímillum Bøkjarabrekku, Kongagøtu, Tinghúsvegin og Niels Finsens gøtu.

Tað er føroyski ríkmaðurin í Danmark, Gullak Madsen, sum stendur aftan fyri ætlanina. Upprunaliga var ætlanin at byggja eitt parkeringshús við 150 parkeringsplássum og átta íbúðum á ovastu hædd.

Meirilutin í býráðnum tók undir við ætlanini og varð sinnað at broyta byggisamtyktina so at byggingin kundi fremjast í verki. Eitt nú varð ført fram at at stórur tørvur er á parkeringsplássum í miðbýnum. Hinvegin tók Tjóðveldi ikki undir við ætlanini

Men býráðið gjørdi kortini ikki meiri við hetta tí grannar hava mótmælt. Tey halda, at húsið er so stórt, at tað fer at oyðileggja grannalagið og at taka alt útsýnið, sum er. Tey stúra eisini fyri ferðsluruðuleika og mistrivnað við einum so stórum bygningi

Síðani varð ætlanin broytt til at verða 135 parkeringspláss og 21 íbúðir. Eisini tað tók meirilutin undir við og aftu nú var Tjóðveldi ímóti, men tað uppskotið hevur heldur ikki vunnið frama.

Men nú er eitt heilt nýtt uppskot lagt fram og nú er talan um ein bygning við 16 íbúðum, men talan verður um íbúðir av tí dýrara slagnum.

Undir húsinum verður parkeringskjallar við plássi fyri 100 bilum. Húsið fer 12,5 metrar undir jørð upp í 16 metrar yvir jørð frá Bøkjarabrekku har tað er hægst, og annars er tað eitt sindur lægri.

Nýggi bygningurin er trektur aftur frá grannamørkum og pláss er sett av til ymiskt útvent, vinnuligt virksemi í veghæddini.

– Nýggja uppskotið tekur meiri atlit til útsýnið og sólarringin, sigur býráðið. Innkoyring verður úr Kongagøtu og útkoyring verður í Bøkjarabrekku, sigur býráðið.

Aftur hesaferð tekur merilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, og Framsókn,  fyri uppskotinum og sostatt verður nú farið undir tilgongdin at broyta byggisamtyktina so at byggingin kann fremhast í verki.

Gunvør Balle og Annika Olsen úr Tjóðveldi atkvøddu ímóti og Turið Horn úr Tjóðveldi, og Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, atkvøddu blankt.