Fyri fimm vikum síðani – týsdagin 26. september – var føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti á Kýpros. Talan var um landsdyst í Nations League kappingini. Hann endaði við, at Kýpros vann 1-0. Málið varð skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Síðstu fimm minuttirnar var føroyska liðið undirmannað, tí fimm minuttir undan leikloki sá vongverjin í vinstru og liðformaðurin Ásla Johannesen gula kortið fyri aðru ferð, og tí varð hon víst av vølli og leikbannað, tá ið Føroyar fríggjadagin taptu 2-1 ímóti Aserbadjan í Klaksvík.
Kýpriotiska liðið lendi stutt eftir døgurða í Vágum, og í kvøld vandu gestirnir á Tórsvølli, har dysturin verður í annaðkvøld klokkan 18.
-Vit vunnu á heimavølli. Hóast talan var um tepran heimasigur fyri einum mánað síðani, so halda vit okkum at hava góðan møguleika eisini at vinna í morgin, søgdu tær í kýpriotiska ferðalagnum fyrr í dag.