Ætla at siga Teistanum ordiliga farvæl

Strandferðslan hevur opið skip umborð á Teistanum í morgin við framsýningum og tónleiki

Her er myndin av Teistanum á veg um Skopunarfjørð. Myndin er frá Strandferðsluni
Áki Bertholdsen
20. desember 2023 kl. 11:09

Í morgin, hósdagin 21. desembur, sum eisini er stytsti dagur, verður Sandoyartunnilin tikin í nýtslu. Tað merkir eisini, at Teistin hendan dagin fer Teistin at sigla sínir seinastu túrar um Skopunarfjørð

Strandferðslan ætlar at geva fólki høvi til at siga Teistanum ordiliga farvæl á sandoyarsiglingini. Tí verður opið skip á Teistanum í morgin frá klokkan 16-18, har tey bjóða almenninginum umborð ímeðan Teistin liggur við bryggjun í Skopun.

Umborð fáa fólk ein drekkamunn og fáa høvi til at heilsa uppá manningina.

Biladekkið verður ein listarligur pallur henda dagin, við tað at Hamradun fara at spæla nøkur løg, og tað verður klokkan 17 at hendan lítla konsertin verður.

Og á biladekkinum hevur franski myndamaðurin, Lucas Frayssinet, eisini myndaframsýning ið hann kallar Bye Bye Blue Boat.

Í salongini umborð á skipinum ber til at síggja eina søguliga myndaframsýning, sum Helgi Fossadal skipar fyri, og sum ið lýsir Sandoyarleiðina ígjøgnum tíðina.

Og tey sum vilja, kunnu eisini fáa eisini taka eina sjálvmynd, eina selfie, av sær sjálvum sum skipara