Tá ið hvalamótstøðumaðurin, Paul Watson, skal í rættin í Grønlandi í dag, ætla sakførarar hansara at prógva, at hann er ósekur í ákæruni frá myndugleikunum í Japan.
Sum vit skrivaðu í áðni, skal Paul Watson aftur í rættin í dag.
Hann varð handtikin í Nuuk, tann 21. juli og tá varð hann varðhaldsfongslaður til í dag, 15. august, tí at Japan hevur eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japanskar hvalaveiðumenn í 2010.
Síðani hava myndugleikarnir í Japan biðið um at fáa hann útflýggjaðan og tann fyrispurningurin er til viðgerðar í danska lógmálaráðnum.
Men tá ið Paul Watson skal fyri rættin í dag, er tað ikki fyri at taka støðu til um hann skal útflyggjast til Japan, ella ikki.
Tað, rætturin skal taka støðu til, er, um hann skal leyslatast, ella um hann skal verða verandi í varðhaldi.
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/skulu-taka-stodu-til-um-paul-watson-skal-leyslatast
Men á rættarfundinum í dag ætla sakførararnir hjá Paul Watson at leggja prógv fyri rættin, sum skulu vísa, at hann er ósekur í ákærunum frá myndugleikunum í Japan.
Álvarsligasta ákæran frá japansku myndugleikunum ímóti Paul Watson, er ein hending frá 2010, tá ið hann skal hava sett lívið á japanskum hvalaveiðumonnum vanda.
Tað kann kosta honum heilt upp í 15 ára fongsul, men tað er akkurát hendan hendingin, sakførarar hansara siga, at tað einki hald er í.
Í hesum sambandi fara sakførararnir at vísa rættinum eitt filmsbrot úr sendingini Whale Wars, sum varð send á sjónvarpsrásini, Animal Planet.
Tað er eitt filmsbrot, har Peter Bethune, sum tá var ein av manningini hjá Paul Watson, tveitti eina stinkbumbu av einum skjóttgangandi báti, upp á dekkið á einum hvalaveiðiskipi.
Paul Watson var ikki við tí skjóttgangandi bátinum, siga sakførararnir, men myndugleikarnir í Japan hava ákært hann fyri at hava verið við til at leggja atsóknina til rættis.
Myndugleikarnir í Japan siga, at ein av manningini á hvalaveiðiskipinum var á dekkinum og fekk sýru á seg, so hann fekk brunasár í andlitið.
Men sakførararnir hjá Paul Watson siga, at filmsbrotini vísa, at eingin var á dekkinum tá ið stinkbumban varð tveitt umborð.
Pete Bethune fekk eina tvey ára treytaðan fongsulsdóm í Japan og tað merkir, at hann varð ikki settur í fongsul. Og sakførararnir hjá Paul Watson siga, at tað er ein revsing, sum als ikki stendur mát við tað álvarsliga inntriv tað er at útflýggja hann til Japan.
Annars er tað danska lógmálaráðið, sum skal taka støðu til um Paul Watson skal útflýggjast til Japan.