Ætla at hækka pensjónsaldurin til 70 ár

Uppskot um hægri pensjónsaldur er sent til ummælis

Almenna- og mentamálaráðið
7. november 2024 kl. 11:31

Í galdandi almannapensjónslóg er ásett, at pensjónsaldurin skal fylgja gongdini í livialdrinum hjá føroyingum.

Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tí hevur Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár. 

Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Miðað verður eftir at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin. Politiskar samráðingar eru millum politisku flokkarnar, men enn er ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram komandi tíðina.

Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at betra um haldførið í føroyska búskapinum. Tá pensjónsaldurin hækkar, lækka útreiðslurnar til fólkapensjón. Samstundis hava løntakarar og onnur longri tíð at spara upp til egna pensjón, ið aftur merkir hægri inntøkugrundarlag, tá sjálv fólkapensjónin verður ásett. 

Við uppskotinum hækkar pensjónsaldurin stigvíst við 3 mánaðum um árið – fyrstu ferð í 2035. Í 2042 verður pensjónsaldurin 70 ár. Uppskotið ásetir, at Løgtingið í 2030 skal taka støðu til pensjónsaldurin galdandi frá í fyrsta lagi 1. januar 2043. Avgerðin skal verða grundað á gongdina í livialdrinum, og haldførisútlitini í føroyska búskapinum.

Aldursmarkið til framskundaða pensjón, sum í verandi skipan er ásett at vera 3 ár áðrenn fólkapensjónsaldur, verður ásett til at vera 65 ár frá 1. juli 2030. Tað merkir, at aldursmarkið ikki fer at fylgja fólkapensjónsaldrinum, tá fólkapensjónsaldurin hækkar frá 2035. Aldursmarkið verður verandi á 65 árum.

Ummælisfreistin er 4. desember í ár.

Síggj alt uppskotið her