Einaferð næsta ár verður klárt at taka nýggja Dalstunninil í brúk. Tað er í hvussu so er ætlanin, sigur Sigurð Ó Vang, verkætlanarleiðari hjá Landsverki.
Tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur og hesa tíðina síðani hava tey brúkt til at tryggja loftið og síðurnar.
Ætlanin er at tað arbeiðið skal vera liðugt í summar og so verður farið undir at vatntryggja hann, har tað er neyðugt.
Samstundis verður eisini farið undir at knúsa grót til vegirnar og og frá tunnilin. Samstundis skulu vegirnir gerast og asfalterast og ljós, neyðtelefonir, og onnur teknisk útgerð skal setast upp.
Men tað er ein brennandi spurningur nær hann verður liðugur. Játtanin røkkur til at arbeiða í alt ár, men tað er ikki nokk at gera alt liðugt.
So veldst um, hvussu stór játtanin verður næsta ár, Men Sigurð Ó Vang sigur, at ætlanin er avgjørt at hann skal verða liðugur næsta ár.
Hann sigur at í næstum fara tey á Landsverki at rokna seg fram til, hvussu stór játtan skal til afturat fyri at kunna gera tunnilin lidnan.
Hetta er ein nokk so serlig verkætlan, tí tað er eitt tunlasjakk hjá Landsverki, sum ger arbeiðið og tað merkir, at tey hava arbeitt í stigum, alt eftir, hvussu stór játtanin hevur verið hvørt árið.
Tunnilin er 2.200 metrar langur og átta metrar breiður og nú eru fimm ár síðani at sjøtul varð settur á arbeiðið, so tað hevur tikið sína tíð.
Tað var mett, at arbeiðið fór at taka fýra ár, men játtanin hevur verið so lítil, at arbeiðið fer at taka tvey ár longri, ella seks ár.
Afturat tunlinum skulu eisini 200 metrar av vegi gerast húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi skulu gersat dalsmegin. Og harumframt skulu 3.000 metrar av verandi vegi, breiðkast.
Tá ið Dalstunnilin er liðugur, verður farið undir tunnil til Tjørnuvíkar eftir sama leisti.