Flestu føroyingar síggja millum annað útlendskan fótbólt gjøgnum danskar veitarar, men stendur tað til danska skattamálaráðharran, Jeppe Bruus (S), so skal tað frameftir ikki vera møguligt at senda veddilýsingar í samband við ítróttarhendingar í sjónvarpi.
Heilt ítøkiliga merkir tað, at ætlanin er at banna veddilýsingar 15 minuttir áðrenn og aftaná ítróttarhendingar – og eisini meðan ítróttarhendingin fer fram.
– Frameftir skal tað vera møguligt at síggja ítrótt í sjónvarpinum uttan at síggja lýsingar fyri veddispøl, sigur danski skattamálaráðharrin, Jeppe Bruus, við Jyllands-Posten.
Danska skattamálaráðið læt eina frágreiðing úr hondum í vár, ið vísti, at umleið 480.000 fólk í aldrinum 18 til 79 í 2021 høvdu trupulleikar við pengaspæli í Danmark. Tað er tvífalt so nógv sum í 2016, vísir ein kanning, sum greiningarstovnurin Wilke hevur gjørt fyri Jyllands-Posten.
– Tað týdningarmiklast er, at fáa steðga samanhanginum millum lýsingar og ítrótt í sjónvarpi. Ein fótbóltsdystur er innballaður við lýsingum bæði áðrenn, undir og aftaná dystin. Tað skal bannast, sigur hann við blaðið.