Adrian var trífaldur málskjútti

Og Dan í Soylu skoraði tvey mál í sínum dysti nummar 200 fyri HB

Jóannes Hansen
13. august 2023 kl. 17:34

Tá ið ÍF fyri meiri enn fimmti árum síðani fyrstu ferð royndi seg í fremstu deildini, løgdu fuglfirðingar viðhvørt rygg til stórtap. Og mest sum hvørja ferð var tað ímóti HB, at ÍF tapti nógv. Vøllurin í Fløtugerði var tá væl minni, enn hann er nú, og tað var tiltikið, at Johan Nielsen og hansara menn fyrireikaðu seg á bara einum parti av vøllinum, sum tá var tann einasti í Gundadali.

Í dag minti tað ikki sørt um í gomlum døgum, tá ið HB í góðveðrinum var í Fløtugerði. Eftir fyrra hálvleik var HB frammanfyri 5-0, og tá lá í luftini, at tað kundi verða, at HB fór at vinna sigur av tí slagnum, sum havnarmenninir fleiri ferðir vunnu í Fuglafirði fyri 50 árum síðani.

Stóripinnur hevði ikki verið einaferð runt, tá ið Áki D. Samuelsen við handara stólpa setti bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Ári Mohr Jónsson.

Fimm minuttir seinni smekkaði Adrian Justinussen bóltin í málið eftir sending frá Viljormi Davidsen, og næstu løtuna gekk tað skjótt. Adrian legði upp, tá ið Mikkel Dahl úr stuttari fjarstøðu økti um munin til 3-0, Adrian Justinussen økti til 4-0 eftir sending fra Mathias Præst Nielsen, og so var tað, at Dan í Soylu økti til 5-0. Merkisvert var tað, at í fleiri førum var tað í vinstru, at HB var vandamikið.

ÍF verjuspælið var lítið sannførandi í fyrra hálvleiki. Fyrstu løtuna eftir steðgin sá tað frægari út hjá ÍF. Ruben Møller Nielsen átti uppleggið, tá ið Jhon Mena Perez minkaði um munin til 5-1, og tríggjar minuttir seinni umsetti Hans Jákup Lervig brotsspark til mál, og so var 5-2.

ÍF miðverjin Jan Ó. Ellingsgard sá reytt, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Adrian Justinussen umsetti brotssparki til mál og 6-2, og harvið var hann trífaldur málskjútti. Adrian hevur ikki skorað mál síðani 29. mai, tá ið HB vann 6-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina skoraði hann  trý mál, og aftur í dag skoraði hann hattrikk.

Tá ið tað restaði eitt lítið korter staðfesti Dan í Soylu 7-2 HB sigurin. Hann var harvið tvífaldur málskjútti í sínum landskappingardysti nummar 200 fyri HB.