Adolfo gevur ungum monnum møguleikan

Ein 17 ára gamal aftrat, sum er uppvaksin í felagnum, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við HB

Mynd: HB
Jóannes Hansen
14. desember 2023 kl. 17:58

Nýggi HB venjarin Adolfo Sormani hevur ikki ligiða á løtu síðuni, síðani tað 21. november varð alment, at hann er nýggjur HB venjari.

Longu undan, at sáttmálin við nýggja venjaran varð undirskrivaður, hevði HB skrivað undir sáttmálar við eitt nú Teit Matras Gestsson, Áka D. Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen og Bartal Wardum, og síðani eru sáttmálar skrivaðir við fleiri spælarar.

Í fleiri ár hava kritikarar víst á, at ov fáir av mongu ungu og evnaríku spælarunum, ið eru uppaldir í felagnum, ikki síggjast aftur í bestu deildini.

Nýggi venjarin hevur víst í sínum arbeiði við at skriva sáttmálar, at hann er tilvitaður um, at ungir HB spælarar eiga at fáa møguleikan.

Ári Mohr Jónsson er í hesum høpi veteranur og landsliðsspælari, og Ási Dam er aftur í HB, eftir at hann eftir summarsteðgin í ár var í 07 Vestur.

Í dag boðar HB frá, at sáttmáli er undirskrivaður við 17 ára gamla Andrass Henriksen, sum hevur undirskrivað 2-ára sáttmála.

Andrass, sum er miðverji, er uppvaksin í felagnum, og hevur spælt á øllum ungdómsliðum, umframt at hann eisini hevur spælt nakrar dystir í 1. deild. Harumframt hevur hann eisini umboðað føroyska U17-landsliðið, skrivar HB, sum fyri fáum døgum síðani skrivaði undir sáttmála við 17 ára gamla Baldur Niclasen.

17 ára gomlu tvíburarnir Jónas og Djóni Debes Samuelsen hava undirskrivað sáttmála til og við 2025.