Adelborg Linklett var ein eldsál við einum stórum hjarta

Hon var so savnandi, empatisk, dugnalig og sera nærløgd

Erik Biskopstø
27. mai 2024 kl. 15:28

Í 1988 kom eg at kenna Adelborg, tí Klaksvíkar sjónleikarafelag fór holt við at seta upp stóra barnaleikin Mio, mín Mio eftir Astrid Lindgren. Tað var eitt ódnartak, og Adelborg skuldi standa fyri at leikstjórna. Í tí sambandi skuldu fleiri børn rekruterast, sum ikki áður høvdu spælt sjónleik. Eg var ein av teimum. Eg minnist, hvussu vit fyrst skuldu lesa manuskriptið saman við Adelborg, og hon dugdi so væl, at fáa okkum at kenna okkum trygg og taka á okkum leiklutir.

Síðani, tá ið vit dugdu okkara linjur nøkulunda uttanat, skuldu vit á pallin at venja. Og har skuldu fleiri krevjandi kulissur gerast og búnar seymast. Har var nógv at halda skil á. Men av tí at Adelborg hevði so lætt lyndi og var so smílandi, so gleið alt so væl, og var tað eins og ein stór familja, sum samstarvaði í einum góðum og konstruktivum anda.

Leikurin bleiv ein stór success, og Adelborg var so sera errin og góð við okkum øll. Vit fóru eisini á ferð í Føroyum við leikinum og framførdu. m.a. í Norðurlandahúsinum. Men tað heilt stóra var, at vit skuldu eisini til Íslands at spæla leikin. Eg hevði tá ongantíð verið uttanlands, so tað var ein ógvuliga mennandi og spennandi tíð fyri meg, sum eg aldrin gloymi. Og alla tíðina var Adelborg har, og var so fjálg og nærverandi, so ein kendi seg altíð tryggan.

Hon var so savnandi, empatisk, dugnalig og sera nærløgd. Adelborg hevði ein eyðkendan og smittandi látur. Tú bleivst altíð í góðum lag í hennara selskapi. Eg havi nógv at takka henni fyri. Hvørja ferð eg møtti henni, so fekk eg eitt hjartaligt smíl og ofta eitt klemm. Nøkur okkara frá Mio, mín Mio hittust aftur til 30 ára jubileum, og tá var Adelborg eisini við. Tað var ein deilig løta. Seinastu árini plagdi hon eisini at ringja til mín av og á og spurdi, hvussu stóð til og hvussu børnini høvdu tað. Tað helt eg vera eitt sindur sjáldsamt, tí eg hevði ikki spælt sjónleik ella havt nakað serligt við hana at gera í yvir 30 ár. Men soleiðis var hon bara. Hon hevði so nógva umsorgan fyri øllum.

Her eru myndir frá íslandstúrinum, tá ið vit vitjaðu Dettifoss. Á ovaru myndini er Adelborg, og á niðaru myndini eru nakrir av ungu leikarunum í Mio, mín Mio. Myndirnar tók Jógvan Esmar Ósá. Friður verið við minninum um megnar sjónleikarkvinnuna Adelborg Linklett, og má Harrin troysta hennara nærmastu.