Turið Arge er nú fyrrverandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Tað er úrslitið nú ein tænastumannakanning er liðug um embætisførðsluna hjá henni.
Tænastumannakanningin varð sett í verk tí illgruni var um, at Turid Arge ikki gav KvF røttu upplýsingarnar í eini umsókn um alment innlit - og hon gav teimum heldur ikki allar upplýsingarnar. Hon gav heldur ikki Løgtingsins Umboðsmanni røttu uppýsingarnar, tá ið hon varð biðin um tað og tað átalaði Umboðsmaðurin.
Kanningarleiðarin, sum gjørdi kanningina, staðfestir, at tey viðurskifti, umboðsmaðurin átalaði, og Løgmansskrivstovan reisti illgruna um, eru framd av aðalstjóranum.
Kanningarleiðarin sigur í sínari niðurstøðu, at Turid Arge hevur brotið tænastumannalógina, við at seta seta lógina til viks.
Kanningarleiðarin mælir til at Turid Arge fær eina átalu, men Løgmaður og Turid Arge hava kortini gjørt semju um, at hon fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Men hon verður ikki arbeiðsleys, tí ístaðin verður hon ráðgevari í Løgmálaráðnum.
Í hesum sambandi varðveitir Turid Arge sína aðalstjóraløn, men eftir trý ár fellur serliga aðalstjóraviðbótin burtur.
Løgmansskrivstovan fer eftir summarfrítíðina at lýsa starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum leyst.
Bjørgfríð Ludvig heldur fram sum fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, til nýggjur aðalstjóri er settur, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.