Abramovic sleppur ikki at selja Chelsea

Bretska stjórnin er til reiðar við feskum tiltøkum móti russiskum ríkmonnum, og nýggjastu tiltøkini raka eisini Roman Abramovic og felag hansara Chelsea FC. Nýggju tiltøkini hava millum annað við sær, at Abramovic sleppur ikki at selja felagið, sum hann annars hevði ætlað

Steinar Patursson
10. mars 2022 kl. 10:51

Stjórnin í Stórabretlandi hevur nú sett nýggj tiltøk í verk móti fleiri russiskum ríkmonnum, teirra millum eisini eigaranum av fótbóltsfelagnum Chelsea FC, sum eitur Roman Abramovic.

Nýggju tiltøkini umfata sjey russiskar ríkmenn, og tiltøkini umfata ferðaforboð, umframt at ognirnar hjá teimum í Stórabretlandi eru læstar ella at hald er lagt á ognirnar.

Millum hesar ognirnar er eisini Chelsea FC, sum Abramovic fyrr í mánaðinum ætlaði at selja. Tann sølan verður av ongum fyribils, nú stjórnin hevur lagt hald á felagið, sigur BBC.

Hóast hald er lagt á felagið, hevur felagið fingið undantaksloyvi til at halda fram at gjalda lønir til starvsfólk og spælarar, umframt dystirnir, sum felagið hevur á skrá, halda fram sum ætlað.

Tey, ið hava ognað sær árskort hjá felagnum, sleppa framvegis at brúka árskortið til heimadystirnar, men felagið sleppur ikki at selja fleiri atgongumerki til dystirnar, og handilin hjá felagnum, sum selur fylgivørur (so sum klæðir, krúss og annað) skal lata aftur.

55 ára gamli Abramovic hevur leingi verið settur í samband við Putin og stýrið hansara, men Abramovic hevur allatíð víst atfinningunum aftur.

Abramovic keypti Chelsea fyri 60 milliónir pund í 2003, umframt at hann átók sær skuldina í felagnum, sum tá var 80 milliónir pund.