Abortlógin í Texas steðgað

Nýggja og umstrídda fosturtøkulógin í Texas hevur fingið fyribils steðg, meðan kannað verður, um nýggja lógin gongur móti grundlógini.

Steinar Patursson
7. oktober 2021 kl. 09:06

Ein dómari í Texas hevur sett fyribils steðg fyri nýggju lógini í statinum, ið so at siga ger tað ómøguligt at fremja fosturtøkur í Texas.

Robert Pitman, dómari, gav umsitingini hjá Biden viðhald í einari umbøn at nokta lógini at fáa virkna, meðan kannað verður, um lógin yvirhøvur er lóglig.

Umstrídda lógin kom í gildi 1. september. Lógin verður kallað "Heartbeat Act", ella hjartaslátralógin, og ger ólógligar føsturtøkur, tá tú kanst staðfesta tað, ið andstøðingar til fosturtøku kalla "fostur hjartaslátt". Sambært BBC vilja heilsustarvsfólk vera við, at hugtakið er misleiðandi, og at nýggja lógin forðar fyri fosturtøku eftir sættu viku, tá tað ikki er vist, at kvinna veit av, at hon er við barn.

sambært Pitman dómara er talan um eina lóg, ið hevur havt við sær, at kvinnur hava mist grundlógartryggjaðu rættindi til egnan kropp.

Avgerðin hjá Pitman dómara fall ikki í góða jørð hjá Texas Right to Life, ið er ein bólkur í Texas móti fosturtøku. Bólkurin metir, at gjørt verður bert eftir boðum frá Biden stjórnini.