Ábendingar eru um, at eldurin varð ásettur

Seinastu dagarnar hevur løgreglan fingið nakrar fráboðanir um, at eldur er settur í ruskíløt

Áki Bertholdsen
10. november 2024 kl. 09:35

Ábendingar eru um, at eldurin, sum var í pisshúsinum í Mylnuhøtu mitt í Havnini, seinnapartin í gjár, varð ásettur.

Løgreglan sigur, at tað var klokkan 14.43 seinnapartin í gjár, at ringt var til tey at boða frá, at, eldur var í niðri í pisshúsinum í Mylnugøtu. Níggju minuttir seinni, klokkan 14.52, var sløkkiliðið á staðnum, og klokkan 15.40 varð aftur ringt á løgregluna at boða frá, at eldurin var sløktur.

Løgreglan sigur, at talan var um lutfalsliga stóran eld og at skaðin er nokk so stórur.

Har var nógvur roykur, at tað kom eisini roykur inn á Hotel Tórshavn við ventilatiónini. Av trygdarávum varð tískil heitt á fólk um at fara av hotellinum og tað fóru fleiri av teimum.

Annars er alt undir jørð, so annars stóðst eingin skaði av eldinum.

Løgreglan sigur, at nú fara tey at kanna, hví eldur kom í, men fyrstu boðini vóru, at hann er helst kyknaður upp í einum ruskílati.

Minst tvær ferðir hesa vikuna hevur løgreglan fingið boð um, at eldur er settur í ruskíløt í miðbýnum í Havn, men hinar ferðina er tað eydnast at sløkkja, áðrenn skaði stóðst av.