AB tevjar møguleikan at sleppa undan at flyta niður

ÍF er illa spert, og trýstið er størri á TB, sum við klossutum verjuspæli søplaði møguleikan burtur á Argjum

Jóannes Hansen
17. september 2023 kl. 17:54

Tveir dystir vóru í 22. umfari í Betri Deildini í dag. Báðir endaðu 3-0. AB vann 3-0 á heimavølli ímóti TB, og B36 vann 3-0 á útivølli ímóti EB/Streymi.

Hetta var fimta ferðin á rað, at B36 fór av vøllinum við fullari úrtøku. Málmunurin í hesum fimm dystunum hjá B36 er 13-0. Um eina viku verður grannauppgerð í Gundadali. HB er fimm stig aftanfyri B36, men HB hevur møguleika týskvøldið at minka um munin fram til grannarnar, tá ið Víkingur verður gestur hjá HB.

Valerijs Sabala legði beinanvegin og við rimmar langskoti B36 á odda í Hólmanum í dag. Hetta var 10. málið í landskappingini í ár hjá Sabala, sum av álvara hevur fingið luft undir veingirnar og ruddiliga hevur staðfest, at hann nú er sjálvskrivaður fremsti maður hjá árstalsfelagnum.

Jann J. Benjaminsen økti um munin við fínum frísparki, og innskifti Hannes Agnarsson staðfesti fram ímóti dystarenda B36 sigurin, sum var tann triði ímóti EB/Streymi í ár.

Á Argjum vann AB sera týdningarmiklan heimasigur í lyklauppgerð ímóti TB. Heimaliðið vann 3-0, og harvið hoppaði AB eitt stig framum ÍF, sum nú er aftast við 12 stigum.

Í TB iðra teir seg inniliga um stórtapið. Fyrsta korterið var ein katastrofa í verjuspæli. Tað gagnnýtti AB við at skora tvey mál, og hóast TB síðani reisti seg og leikliga var omaná tað, ið var eftir av hálvleikinum, so eydnaðist tað ikki at skora, og tá ið so AB stutt eftir steðgin og aftur eftir klossut TB verjuspæl økti um munin til 3-0, var tað greitt, at øll stigini fóru at verða á Argjum.

Stóri maðurin inni í Vika í dag var 22 ára gamli Filip í Liða, sum skoraði tvey tey fyrstu málini. Í 2020, 2021 og 2022 var hann ikki á besta AB liðnum. Tá vandi hann miðvíst fyri at koma fyri seg eftir ryggskaða. Á jóansøku var hann fyri fyrstu ferð í næsta fýra ár á besta liðnum, sum tapti á útivølli ímóti TB.

Sambært faroesoccer.com hevði Filip í Liða skorað fimm mál, tá ið hann á heysti í 2023 fyribils varð noyddur at gevast. Í dag var hann fyri fyrstu ferð tvífaldur málskjútti á besta AB liðnum.

-Hetta var ein av fleiri finalum hjá okkum. Nú fara vit at fyrireika okkum at fara til Fuglafirðar, har tað verður enn ein finala, tí vit hava framvegis knívin á barkanum, sigur Filip í Liða hjá AB.

TB venjarin Tummas Erling Djurhuus ásannar, at hetta var ikki dagurin hjá hansara monnum.

-Vit hava í vikuni verið darvaðir av sjúku. Anders Hoff boðaði í gjár frá, at hann var komin fyri seg og var førur fyri at spæla. Undir upphitingini í dag vísti tað seg, at tað var hann kortini ikki, og órógvið í sambandi við, at vit beinanvegin vóru noyddir at skifta málverja, kostaði nógv. Nú ræður tað um at reisa seg aftur, og vit halda okkum framvegis hava manning og møguleika at vera við í bestu deildini, sigur TB venjarin.

Tá ið TB eftir steðgin kom á vøllin við góðum hugburði og vón um, at tað fór at eyndast at vinna í hvussu so er eitt stig, skoraði Marius Kryger Lindh til 3-0, og so var TB møguleikin fokin.

Sunnudagin fær TB vitjan av KÍ, meðan AB fer til Fuglafirðar.

20

18

1

1

51

14

55

B36

22

17

1

4

49

17

52

HB

21

15

2

4

57

17

47

Víkingur

21

13

3

5

52

20

42

07 Vestur

22

10

4

8

37

32

34

EB/Streymur

21

6

2

13

22

40

20

B68

21

4

6

11

21

37

18

TB

22

4

4

14

13

49

16

AB

22

4

1

17

19

53

13

ÍF

22

4

0

18

19

61

12

Mánadagin 18. september

KÍ – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00

Týsdagin 19. september

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

Sunnudagin 24. september

ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen

TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

Mánadagin 25. september

B36 – HB: Bjarki Danielsen