AB skrivar undir við ein amerikumann

Fleiri útlendskir leikarar eru og hava verið og royndarvant við AB. Ein av teimum er Michael Smith úr Amerika, sum AB hevur valt at skriva sáttmála við

Sigurjón Einarsson
21. januar 2022 kl. 17:05

Fleiri útlendskir leikarar hava verið til royndarvenjing úti á Argjum seinastu vikurnar.

Ein av hesum er 23 ára gamli amerikanarin, Michael Smith, og hann hevur AB valt at skrivað ein sáttmála við fyri kappingarárið 2022.

Mike, sum hann verður nevndur, spælir í miðverjuni.

AB skrivar, at talan er um ein leikara, ið kropsliga er væl fyri, og eisini er hann mælskur og stýrir væl í verjuni.

Seinastu árini hevur Mike verið ein av stuðusleikarunum hjá Winthrop Eagles, ið er eitt felag, sum er knýtt at Winthrop University, har Mike hevur gingið í skúla.

- Vit fegnast, at enn ein brikkur til komandi kappingarárið er komin upp á pláss, skrivar Argja Bóltfelag á sínum Facebook-vanga.