AB hevur sett nýggjan venjara. Tað boðar Argja Bóltfelag frá nú seinnapartin. Felagið skrivar soleiðis:
Síðani Henrik Larsen fór úr venjarasessinum hjá okkara Betrideildarmonnum síðst í mai, hevur felagið arbeitt upp á at finna eina varandi loysn upp á venjaraspurningin.
Morten Overgaard hevur verið fyribils høvuðsvenjari, og hetta hevur gingið sera væl. Undir leiðsluni hjá danska argjamanninum hevur liðið spælt fimm dystir, har tveir sigrar eru komnir burturúr, meðan tríggir dystir eru taptir tepurt við einum máli. Talan hevur verið um eitt hamskift AB-lið síðstu tíðina undan summarsteðginum, ið hevur verið kappingarført í øllum dystum.
Felagið hevur tó ynskt at styrkja venjaratoymið, og nú kann AB kunngera, at nýggjur venjari er funnin, ið saman við Morten Overgaard skal standa á odda fyri liðnum restina av kappingarárinum. Maðurin, ið verður lagdur afturat venjaratoyminum, er 48 ára gamli fuglfirðingurin, Símun Eliasen. Símun hevur hollar royndir sum leikari, har hann í sínari tíð spældi heili 201 dystir í bestu deildini.
Síðani hann gavst at spæla hevur hann verið venjari hjá millum annað næstbesta liðnum hjá HB, eins og hann í tveimum førum hevur verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá barndómsfelagnum, ÍF. Seinastu tvey árini hevur fuglfirðingurin verið høvuðsvenjari í Betrideildini hjá kvinnum hjá EB/Streymi/Skála, og eitt skifti var hann eisini hjálparvenjari á A-landsliðnum hjá kvinnum.
Felagið fegnast um at hava funnið ein royndan, føroyskan venjara, ið saman við Morten Overgaard skal royna at varðveita sætið hjá AB í Betrideildini. Eftir sigurin ímóti 07 Vestur í vikuskiftinum eru bert fýra stig upp til B68, sum beint nú er á áttanda plássi beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Og júst B68 verður fyrsta mótstøðulið hjá nýggja venjaraparinum á Argjum, tá toftamenn koma út á Argir at spæla ólavsøkudyst 27. juli, tá seinna kappingarhálva av Betrideildini verður skotin í gongd aftur.
Vælkomin til felagið, Símun!