Aðalfundur felagsins var í AB-húsinum í síðstu viku. Væl av fólki var møtt upp.
Fyrst varð greitt frá farna kappingarári. Hjá besta mansliðnum gjørdist talan um eitt vónbrot vegna niðurflytingina í 1. Deild, meðan árið hilnaðist væl hjá kvinnunum á tann hátt, at liðið megnaði at manna lið til hvønn dyst í 1. Deild. Hetta eydnaðist ikki árið fyri, tá liðið áðrenn summarhálvuna mátti takast úr kappingini.
Í ungdómsdeildunum gongur rætta vegin, tí talið av limum er vaksandi, og tað var bert hjá Gentum 16, at tað ikki eydnaðist at manna lið. Í ár hevur felagið ein stóran árgang, sum er komin upp í Gentur 16-aldursbólkin, og harvið væntar felagið at hava lið við í øllum ungdómsdeildum í ár.
Síðani var komið til roknskapin. Fyri einum ári síðani sá tað ikki tespiligt út, tá hallið fyri 2022 var 992.000 kr. Í 2023 gekk rætta vegin fíggjarliga, tí hóast ítróttarligt vónbrot kom felagið væl betur úr árinum peningaliga.
Roknskapurin vísti eitt avlop á 515.000 kr, sum avgjørt er eitt stig rætta vegin fyri felagið.
Enn felagið eina ávísa skuld at dragast við, men hon væntast burtur um eitt ár.
Síðani var val av nevnd á skránni. Sunneva M. Hansudóttir stillaði ikki upp aftur til nevndarval, og tað gjørdi tiltakslimurin, Sanna Hansdóttir Niclasen, heldur ikki.
Í teirra stað blivu vald Esther Jespersen, ið er nýggjur nevndarlimur, meðan Jónas Stenberg er nýggjur tiltakslimur.
Felagið takkar Sunnevu og Sannu fyri íkastið og ynskir Esther og Jónasi, og restina av nevndini, blíðan byr í nevndararbeiðinum.
Nevndin er nú hendan:
Formaður: Marius Thomasssen
Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen
Kassameistari: Patur Sivertsen Vase
Skrivari: Esther Jespersen
Nevndarlimur: Gunleif Hentze
Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð
Tiltakslimur: Jónas Stenberg
Nú gleða vit okkum til, at kappingarárið 2024 verður skotið í gongd um eina viku.