AB heintað átta nýggjar útlendskar leikarar - finna ongar føroyskar leikarar

Í dag hevur Argja Bóltfelag boðað frá, at átta nýggir leikarar leggjast aftrat AB hópinum. Talan er um átta leikarar relativt ungar leikarar, sum allir koma uttanlanda frá

Kristian Waag Dam
13. juli 2022 kl. 16:30

Í dag hevur Argja Bóltfelag boðað frá, at átta nýggir leikarar leggjast aftrat AB hópinum. Talan er um átta leikarar relativt ungar leikarar, sum allir koma uttanlanda frá.

Neyðugt hevur verið við stórari tilgongd í flytingargluggganum í summarsteðginum, tí níggju leikarar eru farnir frá felagnum. Sjey av útlendingunum í hópinum eru farnir og haraftrat eru Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze givnir á besta liðnum.

Fyri góðari viku síðan, visti AB-formaðurin, Marius Thomassen, at siga, at í øllum førum fimm útlendskir leikarar ikki fóru at halda fram eftir summarsteðgin. Nú er so greitt, at sjey útlendskir leikarar hava leita sær aðrar leiðir, nú seinna helvt av kappingarárinum skjótt fer at byrja.

Sambært skrivi hjá felagnum á Argjum, so hevur AB leitað á føroyska leikaramarknaðinum, men tað eydnaðist teimum ikki at finna leikarar til røttu plássini. Formaðurin í felagnum, Marius Thomassen, segði annars við Dimmalætting fyri góðari viku síðan, at felagið framhaldandi arbeiddi eftir sama leisti, ið er vorðin tillagaður, sum felagið hevur gjørt síðan uppflytingina í fjør.

AB avgjørdi eftir uppflytingina í fjør at ganga aðrar leiðir enn onnur føroysk feløg. Tað er eftirhondini ein sannroynd, at tey smærru feløgini hava truplari við at fáa fótbóltsleikarar til enn tey stóru.

Tískil avgjørdi felagið við táverandi ítróttarstjóra, Jonas Dal Andersen, á odda, at seta eina nýggja skipan í verk. Felagið skuldi fáa nógvar útlendskar leikarar inn, og so skuldu teir leikarar, ið kanska ikki stóðu so sterkt inni í myndini, skiftast út gjøgnum árið, men hetta var ikki uttan trupulleikar. AB kom veruliga í andglettin í mai, tá tað kom fram, at felagið tók alla lønina hjá leikarunum inn aftur í húsaleigu.

Nú hevur felagið heintað átta nýggjar útlendskar leikarar, ið skula vera við til at røkka málið felagsins: at varðveita sætið í Betrideildini.

Hesir eru nýggju leikararnir hjá AB:

Antonio Joseph Chavez Borelli, 23 ára gamal úr USA, málmaður

Nicklas Mehl, 19 ára gamal úr Danmark, miðverji

Ramzi Toure Idrissou, 25 ára gamal úr Norra, miðverji

Jonas Sapienza, 23 ára gamal úr Finnlandi, vinstri bakkur

Emil Seedorff Sørensen, 19 ára gamal úr Danmark, miðvallari

Danis Zvirkic, 20 ára gamal úr Danmark, vongur

Yevhenil Kholmetskyi, 18 ára gamal úr Slovenia, álopssinnaður miðvallari

Thomas Junge, 19 ára gamal úr Danmark, áleypari