AB flytur niður fyri fimtu ferð

Á Svangaskarði fóru argjamenn heilt av aldukambinum og niður í dalin

Jóannes Hansen
22. oktober 2023 kl. 20:37

Í dag fóru argjamenn á vøllin á Svangaskarði við fínum hugburði. Hann snúði seg um, at tað fór at eydnast at vinna øll stigini, og at AB harvið hevði møguleika at varðveita plássið í bestu deildini.

Tá ið teir fóru at hvíla seg, var lagið gott í AB leguni. AB var frammanfyri 2-0, og í Fuglafirði var tað framvegis málleyst millum ÍF og TB, ið vóru hini, sum undan dagsins umfari vóru við í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.

Tá var AB á 8. plássi við 18 stigum, meðan TB og ÍF høvdu 17 stig og vóru undir niðurflytingarstrikuni.

Tíggju minuttir undan steðginum var tað Ragnar Skála, ið er ein av mest eyðsýndu AB spælarunum í ár, sum skoraði til 1-0, og tríggjar minuttir undan steðginum var tað Teitur D. Olsen, sum økti um munin til 2-0.

Sum seinni hálvleikur leið, hevði heimaliðið fleiri góðar atsóknir ímóti AB málinum, har veteranurin Heðin Stenberg var málverji.

Eitt korter undan leikloki eydnaðist tað B68 at minka um munin og harvið at kveikja vónina um, at tað fór at bera til at vinna úrtøku.

Málskjútti var Villiam Emil Klein, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu. Uppleggið átti Karstin Clementsen, sum var skiftur inn á B68 liðið tveir minuttir frammanundan.

B68 trýstið var stórt á AB málið síðstu løtuna, og tríggjar minuttir eftir fyrra málið javnaði B68. Málskjútti var Alex Mellemgaard.

Sum tað leið fram ímóti dystarenda og niðurflytingin var alt nærri at verða veruleiki, so spentu argjamenn álopsbogan í botn. Onkrar spentar støður vóru í og kring B68 brotsteigin, og í hinum endanum vann B68 so stórar møguleikar, at tað var heilt ófatuligt, at tað ikki eydnaðist B68 at skora sigursmálið.

Einaferð, tá ið AB málverjin var í B68 brotsteiginum í sambandi við hornaspark, royndi B68 málverjin seg við skoti ímóti mótstøðumálinum, men bólturin fór skeivu megin stólpan, og so vóru innskiftu Bartal Páll Klein og Mohamed Samba einsamallir frammanfyri AB málið, har ein av verjuspælarunum royndi at verja fyri. Tað eydnaðist ikki at skora, og so endaði tað 2-2. Tá ið so ÍF vann 1-0 á heimavølli ímóti TB var tað greitt, at AB flytur niður, og at hin niðurflytarin verður ÍF ella TB.

Hetta er fimta ferðin, at AB flytur niður úr bestu deildini. Fyrsta ferðin var í 2007. So flutti AB niður í 2010, 2016, 2020 og so nú í 2023.