AB fer beinanvegin tvær ferðir til Suðuroyar

Í 2. og 3. umfari fara argjamenn at vitja í Vági og í Trongisvági

Jóannes Hansen
24. januar 2024 kl. 14:30

Nú er uppskot sent feløgunum um, hvussu skráin fyri kappingina í næstbestu deildini skal vera.

Tey feløgini, sum fara at kappast fyri at sleppa upp í bestu deildina, eru FC Hoyvík, AB, B71, TB og FC Suðuroy. Hesi fara at kappast saman við næstbestu liðunum hjá KÍ, Víkingi, NSÍ, HB og B36.

Sambært uppskotinum fer AB, sum síðsta heyst flutti niður úr bestu deildini, í 2. og 3. umfari um Suðuroyarfjørð. Sunnudagin 17. mars fer AB at spæla á Vágseiði ímóti FC Suðuroy, og leygardagin 30. mars verður AB gestur hjá TB í Trongisvági.

Í 4. umfari fær TB vitjan av FC Hoyvik. Tað verður leygardagin 6. mars.

Fyrsti innanhýsis dysturin hjá B71 ímóti einum av hinum feløgunum, sum hava møguleika at flyta upp, verður í 5. umfari. Leygardagin 13. apríl fær B71 vitjan av TB.