Á vitjan hjá norskum bøkjara

Familjufyritøkan Tønnegården í vesturnoregi hevur gjørt trætunnur í fimm ættarlið. Nakrar av tunnunum koma eisini til Føroya

Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen
16. februar 2018 kl. 15:34

Holmefjord er lítil býlingur í vesturnorsku kommununi Fusa, sum í alt telur um 3.900 íbúgvar. Her liggur familjufyritøkan Tønnegården, ið hevur gjørt trætunnur í fimm ættarlið. Nakrar av hesum tunnum fara hvørt ár til Føroyar, har tær verða sorlaðar sundur


Tíðliga á vetri í 2017 var føroyskt ferðalið á altjóða ráðstevnu í Bergen. Ráðstevnan var fyri limir í Économusee-netverkinum, ið arbeiða við at varðveita og menna siðbundið handverk og hegni. Netverkið verður fíggjað av Northern Periphery and Arctic Program og hevur limir í Kanada, Grønlandi, Írlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Svøríki. Á ráðstevnuni var skipað fyri netverkanarfundi, fyritøkuvitjanum, verkstovum og kjaki, har luttakararnir lærdu um góða marknaðarføring og hvussu lokala handverkið kann nýtast í ferðavinnuhøpi. Bæði lítlar og stórar fyritøkur vóru umboðar á ráðstevnuni og sera viðkomandi var at hoyra um royndirnar hja hvørjari fyritøku og samanbera teirra viðurskifti við føroysk viðurskifti.


Tønnegården

Tønnegården er ein av 10 norskum Économusee-fyritøkum, og sum partur av ráðstevnuskránni sloppu vit at vitja tunnuverkstaðin, ið liggur 50 km uttan fyri Bergen.

Eigararnir, familjan Gangstø, hava gjørt tunnur í fimm ættarlið. Pápin, Jostein Gangstø, ið byrjaði at gera tunnur sum 12 ára gamal, rekur nu fyritøkuna saman vid konuni, Kari Gangstø, dóttrini Solveig Gravdal, soninum Oddvar Gangstø og svigardóttrini Marianne Ødegård Gangstø. Tey selja 3.000-4.000 tunnur um árið.

Feðgarnir eru bøkjarar, teir gera tunnurnar, meðan dótturin selur nýbakað breyð og mamman tekur ímóti teimum vitjandi og fortelur teimum um fyritøkuna og skipar fyri mattiltøkum. Tá undirritaða var á vitjan, saman við hinum Économusee-fólkunum, tók øll Gangstø-familjan ímóti okkum og tað var sera hugaligt at kenna sterka bandið millum familjulimirnir. Tey gjørdi sítt til, at vit fingu eina sera góða vitjan.

Tønnegården er viðurkendur tunnuverkstaður og Gangstø-familjan hevur gjørt nógv burtur úr at varpa ljós á tunnuna sum týdningarmiklan norskan sið.

Á sjálvum verkstaðnum, har tunnurnar verða gjørdar, hevur familjan gjørt ein part av rúminum um til framsýningarstað. Har síggjast gomul bøkjaratól, og Jostein vísir teimum vitjandi, hvussu tunnurnar fyrr vóru gjørdar. Í staðin fyri metalgjarðir vórðu trægjarðir nýttir til at gera tunnuna. Hetta er ein livandi verkstaður, har Jostein heldur lív í lokalu siðunum og varðveitir gamlan kunnleika. Stuttligt var at síggja samanspælið millum ta nýggja og gamla í verkstaðnum hjá Gangstø-familjuni.

Sum sagt, so hevur familjan gjørt tunnur í fleiri ættarlið, men tað var í 2012, at Tønnegården opnaði sum Économusee-fyritøka. Tá bygdi familjan nýggja bygning við síðuna av gamla familjugarðinum, tí so var meira pláss til tunnuframleiðslu og framsýningarøkið. Skipað var fyri stórum upplatingartiltaki, har almenningurin og norsku miðlarnir vóru bodnir at síggja nýggja bygningin og hoyra um Économusee-netverkið. Við at marknaðarføra seg sum Économusee-handverk, leggur Tønnegården nú dent á siðbunda, lokala handverkið, tunnuna.

Jostein minnist, tá hann var barn, at tey vóru mong, ið gjørdu tunnur. Hvørt neyst framleiddi tunnur. Serliga í 1950 var stórur eftirspurningur eftir tunnum til at salta sild og fleiri túsund trætunnur vóru sendar kring Noreg og til onnur Norðurlond.

Fyrr vóru tunnurnar nýttar til at salta sild, men Jostein fortelur, at nú verða flestu tunnurnar nýttar til at salta toskarogn og til kaviarframleiðslu, og onkur fer eisini til at salta fisk og kjøt. Tað eru eisini rættuliga nógvir kundar, ið einans nýta tunnurnar sum prýði og innbúgv, tí tær skapa eit vakurt maritimt huglag. Sostatt verða tær ikki nýttar á sama hátt sum fyrr.

Tunnurnar verða gjørdar i ymiskum støddum og veljast kann, um tunnan skal turkast eyka ella ei. Tað veldst um, hvat tunnan skal nýtast til. Um tunnan skal nýtast til vesku, so er best um tunnan ikki er turkað ov nógv.

Í dag eru fáir bøkjarir í Norðurlondum. Arbeiðið hjá bøkjaranum er vorðið so maskingjørt, at tað nú bert er samliarbeiðið, ið enn er handarbeiði. Tá fólk funnu nýggir hættir at pakka vørurnar, hevði hetta eisini við sær, at bøkjarayrkið gjørdist minni neyðugt.

Fyri Économusee-netverkið og norska samfelagið er Tønnegården ein sera væleydnað verkætlan. Jostein er ein av sera fáum bøkjarum, ið enn arbeiða við siðbundna handverkinum. Familjan ger eitt megnararbeiði at varðveita og halda lív í mentanararvinum, bøkjaravirkið, og somuleiðis er Tønnegården ein fyritøka, ið skapar trivnað í lokalumhvørvinum. Nógv arbeiði er á Tønnegården og ein rúgva av ferðafólki leita sær vegin til Holmefjord.

Mynd: Føroyskir luttakarar royna serstøku tunnustólarnir


Tunnur til Føroyar

Í Danmark og Føroyum er sera vanligt at sláa tunnu í sambandi við føstulávint. Hetta er gamal siður um okkara leiðir. Soleiðis er tó ikki í Vesturnoregi, í økinum, har sum Gangstø-familjan búleikast. Har etur man hveitibollar við kremi, teir minna um okkara fastalávintsbollar, men ongar tunnur verða oyðilagdar. Tískil vórðu Jostein og Kari ikki sørt ovfarin, tá tey hoyrdu um føroysku siðvenjuna.

Ein ferð fóru tey at undrast á, hví so stórur føroyskur eftirspurningur var eftir tunnum teirra.  Nógvar tunnur vórðu nevniliga keyptar til Føroyar í byrjanini av hvørjum ári. Tá fortaldi ein kundi teimum, at vit høvdu ein serstakan sið, tunnuslátturin, og at børn og vaksin stuttleika sær við at oyðileggja vøkru trætunnurnar.

Tá eg spurdi Jónstein, hvat hann helt um okkara sið, viðgekk hann, at tá hann fyrstu ferð hoyrdi um tunnuslátturin, so harmaðist hann stórliga um, at arbeiðið at gera tunnurnar hevði verið til fánýtis. Tað var jú hansara handverk, ið varð sorlað sundur.

Eg greiddi honum somuleiðis frá serliga fastalávintshátíðarhaldinum í Sumba, har næstan øll bygdin kom saman, og har kvinnur og menn nýta serstakan búna, tá tey sláa tunnu. Bæði Jostein og konan, Kari, hildu tað verða ein stuttligan sið, og tey lógu dent á, at tey nú hava vant seg við tankan um tunnuslátturin.

Við ársbyrjan 2018 vórðu 500 tunnur sendar avstað til Føroyar og Gangstø-familjan frøist um at hava nógv at gera, ársins fyrsta mánað.


Handverk og hugni í Holmefjord

Umframt Tunnuverkstaðin hevur familjan eisini mjólkaneyt, matstovu og lítið bakarí. Tey gera nógv burtur úr at borðreiða við rættum, ið eru gjørdir við lokalum rávørum og tey hava serligan steinovn til at baka breyð við korni, ið verður malt á staðnum.

Eftir rundvísingina á Tønnegården vórðu vit øll bjóðaði til háborðs. Vit fingu frikadellur, ið vóru gjørdar við lokalum kjøti frá hjørti og fjøruneyti, ið er serstakt neytaslag frá Vesturnoregi. Tað, ið eyðkennir neytaslagið er, at neytini hava alskyns litir, einslitt, fleirlitt, grá, svørt, hvít og so framvegis. Aftur við kjøtinum fingu vit ymisk lokalt grønmeti, og dessertin var karamelbudingur, ið var gjørdur við mjólk frá neytunum á Tønnegården. Lokala krásið smakkaði avbera væl og Économusee-fólkini vóru samd um, at hetta var ein sera hugnalig løta.

Tønnegården liggur 50 km frá Bergen, og langt er millum húsa. Onkur føroyingur hevur kanska hug at hugsa, at tað er torført at skipa fyri mentanarligum virksemi, so langt frá meginøkinum og stóru mannafjøldini. Men Tønnegården er eitt gott dømi um, hvussu tað saktans kann eydnast. Nógv ferðafólk leita sær vegin til Tønnegården og lokalsamfelagið frøist somuleiðis um teirra virksemi. Tønnegården er ein autentisk, lokal uppliving, har tú veruliga sleppur at síggja, hoyra, tevja og smakka vesturnorska mentan.

Mynd: Tunnuverkstaðurin liggur í friðaliga økinum Holmefjord, 50 km frá Bergen