Fólkatalið í Suðuroynni framvegis. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Tvøroyrar kommunu.
Og sum heild hevur tað verið gongdin nú í eitt mannaminni.
Uppgerðin hjá Tvøroyrar Kommunu vísir, at í fimm av teimum sjey kommununum í Suðuroy, minkar fólkatalið, men hetta seinasta árið er tað kvinkað upp eftir í tveimum kommunum hetta seinasta árið.
Tað er nevniliga bara á Tvøroyri og í Porkeri, at fólkatalið er kvinkað upp eftir hetta seinasta árið, frá 17. septembur í fjør til í dag, 17. septembur í 2024.
Hin 17. september 2023 búðu 1.738 fólk í Tvøroyrar kommunu. Í dag er talið 1.753 fólk og tað svarar til ein vøkstur upp á 15 fólk, ella 0,86 prosent.
Í Porkeri vóru 322 fyri einum ári síðani og í dag búgva 325 fólk har og tað svarar til ein vøkstur upp á trý fólk, ella 0,93 prosent.
Hóast tey eru í ferð við at gera tunnil til Fámjins, hevur tað ikki givið útslag í fólkatalinum - í hvussu so er ikki enn - tí har minkar fólkatalið framvegis.
Fyri einum ári síðani búðu 80 fólk í Fámjin, men nú eru tey 73 í tali, ella sjey færri, og tað svarar til eina minking upp á 8,75 prosent.
Í Hovi búðu 106 fólk tann 17. septembur í fjør, men í dag eru tey trý færri, tí nú búgva 103 fólk har. Tað er ein minking upp á 2,83 prosent.
Í Hvalba er fólkatalið minkað 14 fólk hetta seinasta árið, so nú búgva 635 fólk í kommununi. Tað er ein minking upp á 2,16 prosent.
Í Sumba stendur næstan í stað, tí har búgva 330 fólk í dag og tað er eitt fólk, ella 0,3 prosent, minni enn fyri einum ári síðani.
Og í Vági búgva 1.343 fólk í dag. Tað eru 27 fólk minni enn fyri einum ári síðani og sostatt er talan um eina minking upp á 1,97 prosent.
Og fyri Suðuroynna sum heild er gongdin framvegis vánalig, tí nú búgva 4.562 fólk í Suðuroynni og tað eru 34 fólk færri enn fyri einum ári síðani. Tað svarar til ein vøkstur upp á 0,74 prosent.