Á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Eysturoynni

Arbeiðseftirlitið skal nú viðgera máli

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 10:27

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum arbeiðsóhappið inni í Eysturoynni. Tað var í sambandi við eina nýggja útstykking á runavíkarleiðini, at arbeitt var uppi á einum byggipalli. Men brádliga koppaði byggipallurin og ein maður fekk álvarsligar løstir.

Løgreglan sigur, at tey fóru á staði, saman við sjúkrabili og maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið, men síðani varð hann fluttur á sjúkrahús í Danmark til serviðgerð. 

Løgreglan sigur, at sum altíð í slíkum førum, hevur Arbeiðseftirlitið fingið boð um óhappið og tey fara síðani at kanna umstøðurnar fyri at fáa greiði á, hví byggipallurin koppaði.