Á Norðradalsskarði.....

Skrivikapping: Fyri kortum skipaði Bókasavnið við Løkin fyri skrivikapping, og flaggdagin fingu tríggir høvundar virðisløn fyri sínar tekstir. Dimmalætting prentar, í samstarvi við Bókasavnið við Løkin og við samtykki frá høvundunum, hvørja viku eitt essay, sum ikki fekk virðisløn

Ben Arabo
21. juni 2022 kl. 12:01

Vinmaðurin Heðin og eg koyra spakuliga úr Havnini. Vit skulu á eina lítla pílagrímsferð. Eg steðgi við ein gonguteig omanfyri Hoydalar. Ein kvinna undir húgvu, skeitir eftir okkum, hyggur niður og gongur kvikliga yvirum uttan at hyggja uppaftur. Eg hugsi um at skrúva rútin niður og rópa: ”Einki at takka fyri, hon sjálv.” Fólkaskikkur er ein taptur bardagi í Føroyum. Gamaní, eingin skal noyðast til fólkaskikk, og mær nýtist ikki at øsa meg um tað.

Tað eru nógv, ið gleðiliga fara yvirum vegin at lata seg fornerma. Tað er lívið ov stutt til. Føroyar eru fyri tað mesta slíkt, sum ikki rakar meg. Á sama hátt er mítt lív, og mín matrikkul fyri tað mesta slíkt, ið ikki rakar Føroyar.

Eg øtist við, hvussu skjótt formyndaríið breiðir seg í Føroyum. Bureaukratiið, ella krakkaveldið, sum Finnbogi Ísakson sáli rópti tað, er um at gerast størsti vinnuvegur í Føroyum.

Hvussu skal tað verða, tá vit herma eftir einum landi, har ein ikki kann fara so langt sum ein er langur, uttan at ein kommunalur málsviðgerði skal aktiverast. Danmark er enntá farið so langt, at hazardspæl er ein samfelagsuppgáva. Tá man hevur spælt, tippað og skavað seg og familjuna á ørmundarhús í statsspølum, so fæst ludomaniviðgerð frá sama stati, sum leiddi teg í freistingar. Staturin úr vøggu í grøv. Tað duga danir framúr væl, og Føroya land er ein nemur lærhvølpur.

Entusiasman, sum kann verða ring at síggja, tá hugsað verður um almennar telefontíðir, er í toppi, tá tað ræður um at finna uppá mátar at avmontera høvdið hjá Palliba og Marsannu. Tað verður ikki leingi, so hava vit lóggávu um kondital, BMI og statsgóðkendar matpakkar.

Tað almenna skal ikki longur tæna fólkinum. Tað er keðiliga útbreitt – serliga millum tað slagið av fólki, sum hevur pappír og penn við á foreldrafundir – at tað almenna eisini skal uppdraga folk at eta blomkálsduskar, hava kjøtfríar fríggjadagar og keypa vistfrøðiligt mjøl í leysari vekt. Sikkurt eisini fairtrade, sum um nakað annað slag av trade er til.

Hvør omma í landinum verður happað og jagstrað inn í talgilda heimin, við Mínboks, Borgaragluggum, Samleikanum og verið ikki fyri! Men roynið og farið út í tinglýsingina við einum talgildum skjali, so verða tit vend í hurðini. Vit kunnu ikki krevja tað sama frá almennu Føroyum, sum almennu Føroyar krevja frá hvørjum Hanusi og Janusi. Verið ikki býtt!

Vit hava alskyns nevndir, sum skulu skapa eitt betri samfelag. Vit hava eina Yvirfriðingarnevnd, sum flytur seg við jøkulsferð. So seint, at hon hevur koksað føroyskar stjørnur til Grønlands.

Eg og Heðin koma inn móti Sundi. Vit semjast um, at orðið Yvirfriðingarnevnd sigur okkum, at so er í minsta lagi ein nevnd ov nógv. Heðin er rættiliga skarpur, eisini frá vanganum.

Vit koyra fram við Sundsverkinum, sum veitir meginpartin av streyminum, sum føroyingar kunnu brúka til snildtelefonir, teldlar og juiceblendarar. Oljan, sum verður brend fyri Føroyar, verður í donskum pensjónsfeløgum og íløgufeløgum flokkað við vápnum og tubbaki. Eg bíði bara til oljan eisini verður flokkað við prostitutión og gambling.

Ikki tí, vit kundu brent minni av olju til streym, so vit høvdu meiri av olju til at gera sápu, smyrsl, kontaktlinsur, flúgvaradraktir til barnagarðarnir og hárliting til tey bláhærdu. So hevði eisini verið meira olja til skipini, sum sigla tað vistfrøðiliga columbianska fairtrade gourmet kaffið úr Huila landspartinum, sum minst fimm føroyingum dáma so væl.

Nú segði eg kanska so nógv, at eg eigi at umhugsa sjálvsensur. Ein sensurveking fer fram í samfelagnum. Nýggja vekingin er sum candy floss – fyri tað mesta luft, men hon hevur ein keðiligan eginleika at klistra seg fast allastaðni.

Fólk renna og rópa, sum eldur er í hárinum á teimum, um onkur er, sum sigur okkurt, sum ikki er í tráð við tað, ið fjøldin skal halda. Kravið í teimum talgildu gapistokkunum er sensurur.

Skal samvitskan nationaliserast og umsitast av krakkaveldinum?

Tá vit koma inn í Kaldbaksbotn og sneiða til høgru, fær Heðin sær upp í skuffuna. Brødrene Braun við teskeið. Tað er loyvt at snúsa enn, men tað er nokk bara ein spurningur um tíð.

Vónandi verður tað bara snúsið, sum verður avlýst og strikað úr søguni, og ikki vit.

Ikki tí, persónligu rættindini eru væl vard hjá sagdrápsmonnum. Um løgreglan hevur illgruna um, at eg eri drápsmaður og havi eitt lík í frystiboksini, so skal hon til dómara at fáa loyvi at koma á mín matrikkul. Men, eri eg undir illgruna fyri at hava forbrotið meg ímóti byggilóggávuni, kanska við at brúka skeiv besløg ella sett ein vegg skeivt upp hjá mær sjálvum, so kunnu kommunalir byggikommisserar og løgregla koma stivlatrampandi inn til mín uttan

dómaraúrskurð.

Boðskapurin frá almennu Føroyum er greiður. Um tú forbrýtur teg móti krakkaveldinum, so hugsar statsvaldið ikki um smálutir sum dómaraúrskurðir og grundlógina.

Vit kunnu heldur ikki skaða okkum sjálvi longur. Gamaní er reip ikki skamtað til 30 cm enn, so at tað ikki skal bera til at binda ein lykkju, men høvuðpínutablettir skulu skamtast. Eg kundi hugsað mær at fortalt, at eg á ferð í USA fyri nøkrum árum síðani fór inn á eitt apotek, og keypti 1.000 høvuðpínutablettir í hondkeypi at hava við til Føroya, men tað tori eg ikki. Tí landið skal bestemma, hvussu nógvar høvuðpínutablettir trøllvaksin fólk við fullum viti og skili kunnu keypa í senn.

Hinvegin, tá man hugsar um, at landið eisini bestemmar, hvat vit skulu sleppa at kalla okkara egnu børn, so er tað kanska ikki so løgið.

Vit koma til Kaldbaks. Bygdin er sum leykasmelt: Eitt sindur gloymd og undirmett. Tjøraða kirkjan stendur miðskeiðis í bygdini við sjóvarmálan. Í væl røkta kirkjugarðinum endar pílagrímsferðin hjá mær og Heðini.

Tað sigst, at amerikanski skemtarin W.C. Fields ynskti, at á hansara gravsteini skuldi standa skrivað: «Alt í alt hevði eg heldur viljað verið í Philadelphia.»

Eg og Heðin leita eftir Føroya bestu gravskrift.Vit skulu finna grøvina hjá einum manni, sum bardist við krakkaveldið og tapti. Hann vildi jarðast á Norðradalsskarði, men tað slapp hann ikki fyri krakkaveldinum. Hann gav so boðskapin víðari til eftirtíðina.

Heðin finnur grøvina, beint niðanfyri kirkjuna. Á steininum stendur:

 

Andrias M. Reinert

F. 31-6 1855 – D. 16-1 1939

Á Norðradalsskari

hann vildi ligið

forðaði bureaukratiið

- hvíl í friði -

Eg og Heðin standa eina løtu við grøvina við uppibornum andlitsbráum. Vit fara so aftur í bilin, og koyra heim, meðan vit grunda yvir gravskriftina. Vit semjast um, at ikki slepst undan døpru niðurstøðuni. Bureaukratiið – krakkaveldið - sigrar altíð til endans. Einki tykist verða uttanfyri tað, ið staturin skal fáast við. Sum aðrar fiskafrikadellur verða vit øll formaði til tað rætta lívið og tær statsautoriseraðu meiningarnar.

George Orwell hevur ikki livað fyri einki. Í bókini 1984 koma vit at kenna newspeak. Eitt góðkent politiskt korrekt mál at mála veruleikan, sum valdið ynskir tað, fyri at avmarka tað, ið fólk skulu kunna siga og hugsa.

Kríggj er friður, upp er niður. Nú er vinstra høgra.

Triðja ørindi í donsku umsetingini av arbeiðarasanginum Internationala byrjar við: ”Vi knuges under stat og love, vi flås af skattens skarpe klo.”

Um tað var veruleikin í 1911, tá sangurin var umsettur, so er støðan í dag nærri tí, sum ein annar maður segði: «Alt í statinum, einki uttanfyri statin, og einki ímóti statinum,»

Orðini átti Benito Mussolini. Tað er definitiónin uppá totalitarismu.

Vakna vit?