Ársins ítróttarnavn í Føroyum í 2023 er manslandsliðið í hondbólti. Tað var avdúkað á Ítróttarfagnaðinum, sum í kvøld er í Løkshøll í Runavík.
Hini í uppskoti vóru menninir hjá KÍ og rennarin Jónas Gunnleivsson Isaksen. Tað var Aksel V. Johannesen løgmaður, sum handaði heiðursskjalið og kekkin á 5 túsund krónur.
Einasti landsliðsspælarin, sum framvegis spælir í Føroyum, er strikuspælarin Ísak Vedelsbøl. Hann tók ímóti heiðrinum saman við fleiri, sum í EM endaspælinum í Berlin vóru kring liðið. Í summar fer Ísak Vedelsbøl til Svøríkis at spæla hondbólt við Sävehof.
- At vinna ársins ítróttarnavn er stórt, sigur Mark Lausen-Marcher frá HSF.
-Kenslan var heilt einastandandi, tá ið vit vóru í Berlin og serliga tá ið vit megnaðu javnleik ímóti Norra, tí vit kendu okkum hava alla tjóðina aftanfyri okkum, sigur Jóngerð Nielsen liðleiðari.
-Eg ivist í, um tey vóru so nógv, sum roknaðu við møguleikanum, tá ið tað í síni tíð varð farið undir miðvísa arbeiðið við úrvalsvenjingum, sigur Julian Johansen hjálparvenjari.
-Hetta var bara byrjanin. Vit vóna, at hetta fer at endurtaka seg, sigur Ísak Vedelsbøl í kvøld.