Aldu- og streymboyan, sum Firum hevur havt liggjandi á Kaldbaksfirði, varð í gjár tikin upp til kanningar. Boyan varð sett út 12. desember og síðani tá hevur hon sent streym- og aldumátingar til Firum. Við hjálp frá einum accelerometri mátar boyan í 20 minuttir hvussu hon ferðast upp og niður. Síðani roknar hon ymisk alduvirði út, so sum mestu og miðal alduhædd og aldutíðir. Mátingarnar verða sendar yvir fartelefonnet til eina teldu á Firum, sum sjálvvirkandi leggur mátingarnar út á eina heimsíðu.
Umframt at løða battaríir, verða fortoyningar og sinki á boyuni kannað. Boyan hevur bæði sólsellur og battarí, og kann tí vera úti í longri tíðarskeið. Um veturin tá dagarnir eru stuttir, og boyan ikki fær nóg mikið av dagsljósi, hevur hon tó oftari tørv á at verða lødd. Hóast tað kundi verið áhugavert at sæð aldu- og streymmátingar á Kaldbaksfirði frá illveðrinum 31. januar, eru hesar tíverri ikki tøkar, av tí at tað ikki var streymur á boyuni.
Tá boyan er lødd og veðurlíkindi eru til vildar, verður boyan sett út aftur á sama stað á Kaldbaksfirði. Meðan boyan er á landi eru aldu- og streymmátingar ikki tøkar á heimasíðuni hjá Firum. Um alt gongur eftir ætlan, verður aldu- og streymboyan sett út aftur í vikuni og mátingarnar verða tøkar aftur.