Fyri jól hava vit eina rættiliga álítandi meting av, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta. Tað sigur Bergur Poulsen, sum er formaður í nevndini, sum er sett at fyrireika arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin.
Bergur Poulsen sigur við Dimmalætting, at fyreikingarnar hava gingið so væl, at nú verða tey liðugt við eitt forprojekt og tað verður lagt fram fyri jól
Hann sigur, at eitt forprojekt er rættiliga nágreiniligt so tá hava vit eisini eina rættiliga góða mynd av, hvat tunnilin fer at kosta.
– Tá ið forprojektið er liðugt, fær politiski myndugleikin eitt haldgrott grundarlag at taka støðu til, um hann skal gerast, ella ikki, sigur hann.
Ein partur av arbeiðnum er eisini at leggja eina linjuføring, ot tað hava tey eisini nakrar tankar um. Vit hava meiri um Suðuroyartunnilin í Dimmalætting, sum beint nú er at fáa í blaðsølunum.