Á hesum vegnum gongur illa hjá bilførarum at virða skeltini

Aftur í gjár vórðu tríggir bilførarar tiknir í Klaksvík

Áki Bertholdsen
14. mai 2024 kl. 08:23

Aftur í gjár var løgreglan á Stangavegnum í Klaksvík og kannaði ferðsluna. Á tí eina strekkinum eru tey í holt við ymiskt vegarbeiði og har eru eisini skelti sett upp sum vísa, at hámarksferðin ikki er 50, sum vanligt, men hon lækkað niður í 40 kilometrar um tíman.

Men tað vísir seg at ganga illa hjá bilførarum, at halda seg til skeltini. Hendan dagin var løgreglan á Stangavegnum og tá vórðu átta bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni, har tað annars er einvegis ferðsla

Og aftur í gjár vórðu bilførarar tiknir á Stangavegnum fyri at koyra ov skjótt. Tá ið ferðin er niðursett, skal lítið til og sostatt vórðu tríggir bilførarar tiknir í gjár. Tveir av teimum koyrdu ávikavist 58 og 59 kilometrar um tíman og teir fáa klipp í koyrikortið, umframt bótina.

Og so var tað eisini ein, sum koyrdi 68 kilometrar um tíman og hann misti koyrikortið treytað, og sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

Annars hevur løgreglan steðgað einum hópi av bilum fyri at kanna um bilførararnir vóru edrúir, og tað vóru teir.