Í Runavík hava tey fingið ein nýggjan veg til og frá Eysturoyartunnilin, so at øll ferðslan ikki skal fara ígøgnum høvuðsvegin í bygdini.
Hetta er vegurin, sum hevur fingið heitið, Fjørðuvegurin og hann er bæði bæði breiður og góður at koyra eftir.
Og tað freistar ofta bilførarar til at trýsta á speedaran - men har er altso bara loyvi at koyra 50 og tað eru tað nógvir bilførarar, sum lata seg lumpa av.
Og tað hendi aftur í nátt, tá í løgreglan gjørdu ferðmátingar á Fjørðuvegnum. Har vórðu tríggir bilførarar tiknir.
Tann, sum slapp frægast burtur úr tí, var ein, sum bara koyrdi 81 kilometrar um tíman, so hann fær klipp í koyrikortið afturat bótini.
Men so var tað ein bilførari, sum koyrdi 99 kilometrar um tíman. Av tí, at talan var um ein bilførara, sum hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, fekk hann koyriforboð á staðnum og mátti lata bilin standa.
Støðan var upp aftur verri hjá einum øðrum bilførara, tí hann koyrdi heilar 110 kilometrar um tíman, so hann misti koyrikortið treytaðleyst, so hann sleppur heldur ikki at koyra meiri.
Hesir báðir seinastu bilførararnir mugu sostatt taka koyrikortið av nýggjum. Men umframt tað, fáa teir eisini eina stóra bót upp á ímillum 5.000 og 6.500 krónur.