Á hesum øki víkja Føroyar munandi frá okkara grannalondum

Føroyskar fyritøkur rinda nógv hægri kringvarpsgjald enn fyritøkur aðrastaðni rinda til teirra kringvørp

Áki Bertholdsen
4. desember 2023 kl. 11:24

Hetta er ein bati. Tað ásannar Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú samgongan ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka kringvarpsgjaldið hjá vanligum fólki 13 krónur um mánaðin. Sostatt fara pensjónistar hereftir at rinda 63 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi og onnur fara at rinda 163 krónur um mánaðin.

Men harafturat skal kringvarpsgjaldið hækka automatiskt tvey prosent um árið fyri at halda tørn við tær príshækkingr og lønarhækkingar, sum fara at koma.

Men hjá smáum fyritøkum skal gjaldið lækka eitt sindur.

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at á hesum øki víkja Føroyar grundleggjandi frá okkara grannalondum,

Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Í Íslandi rinda fyritøkurnar 1.000 krónur í kringvarpsgjaldi, sum er  emunandi minni enn fyritøkurnar í Føroyum rinda.

Í Føroyum rinda fyritøkur kringvarpsgjald eftir hvussu stórar lønarútreiðslur tær hava. Fleiri smærri fyritøkur hava gjalda ímillum eina og tríggjar milliónir krónur í lønum um árið og tær skulu rinda 7.000 krónur í kringvarpsgjaldi um árið.

– Aðrar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum dótturfeløgum so hjá teimum er kringvarpsgjaldið fleiri ferðir so høgt.

Arbeiðsgevararnir siga, at ein  uppgerð frá Taks vísir, at 1.523 føroysk virkir kringvarpsgjald og tilsamans rinda tær 8.136.500 milliónir krónur í kringvarpsgjaldi um árið.

Taks sigur, at:

- 143 virkir rinda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi

- 44 virkir rinda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi

- 168 virkir rinda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi

- 390 virkir rinda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi

- 263 virkir rinda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi

- 515 virkir rinda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi

Eftir ætlanini hjá landsstýrinum, skal kringvarpsgjaldið hjá teimum heilt smáu fyritøkunum, lækka 500 krónur um árið. Tað merkir, at hjá teimum 263 fyritøkunum, sum hava ímillum 500.000 krónur og 999.000 krónur í lønarútreiðslum um árið, lækkar kringvarpsgjaldið úr 3.500 krónum um árið niður í 3.000 krónur.

Og hjá teimum 515 fyritøkunum við lønarútreiðslum ímillum 100.000 krónur og 499.999 krónur um árið, lækkar kringvarpsgjaldið úr 2,000 krónur um árið, niður í 1500 krónur.