Tað hevur verið festivalur á Eiði alla vikuna, og í dag er stóra finalan. Eiðisfólk, útisetar av Eiði og eisini ein rúgva av øðrum føroyingum og eisini útlendingum hava hesa vikuna og serliga í dag verið á Eiði, har tað er Heystfagnaður.
Tað snýr seg um alt tað, sum hevur við seyð og landbúnaðin í breiðum høpi at gera, og tað snýr seg eisini um so nógv annað. Mentan og list, mat og klæði og serliga sosialu relatiónirnar, har møguleiki er at hitta fólk og práta.
Í dag flettu tey á Eiði eina kúgv. At síggja blóð renna og høvdið verða kubbað av. Tað er ikki gerandiskostur nú á døgum. Heldur ikki á Eiði. Á bygd í siðbundna samfelagnum var hetta stórhending, sum børn og eisini onnur meiri enn fegin fylgdu við í.
Á Eiði í dag vóru nógvar kappingar. Eitt nú føroyameistarakappingin í fletting, sum hon verður nevnd.
Um eitt ár verður aftur Heystfagnaður á Eiði – bygdarligasti festivalurin sum hann verður nevndur.