99,9 prosent av teimum, ið enda á sjúkrahúsi í USA vegna Covid-19, eru ikki koppsett. Hetta er úrslitið av kanning, sum AP-tíðindastovan hevur latið gjørt. Kanningin er grundað á almennu tølini frá sjúkrahúsum og heilsumyndugleikunum.
Amerikansku myndugleikarnir vóna nú, at hesi tølini fara at sannføra enn fleiri til at lata seg koppseta fyri koronu.
Greiningin hjá AP sigur, at av teimum umleið 853.000 fólkunum, ið vórðu innløgd á sjúkrahús í USA ella leitaðu sær medisinska hjálp fyri koronu í mai, so vóru minni enn 1.200 av teimum koppsett, svarandi til 0,1 prosent.
Av teimum umleið 18.000 fólkunum, sum doyðu við koronu í mai, so vóru 150 av teimum koppsett, svarandi til 0,8 prosent.
Hetta er í tráð við metingina hjá Andy Slavitt, ið var høvuðsráðgevi hjá Biden-fyrisitingini eitt stutt skiftið, har hann tók sær av tilbúgvingartoyminum til at fáa bilbukt á koronufarsóttina, tá hann fyrr í mánaðinum segði, at upp móti 99 prosentum av øllum innløgdum koronusjúklingum, ið vóru innløgd á sjúkrahúsi vóru ikki koppsett.
Næstan øll andlát vegna Covid-19 kunnu forðast
Rochelle Walensky, stjóri fyri US Depertment of Epidemiology, sigur, at koppsetan fyri koronavirusinum er so effektiv, at til ber at siga, at “næstan øll andlát, serliga millum tey ungu, kunnu forðast”.
– Tað er sera dapurt at síggja, at fólk enn doyggja við koronu, sigur hann við AP-tíðindastovuna.
Umleið 54,7 prosent av fólkinum í Amerika hava fingið minst eitt prik, og umleið 47 prosent eru liðugt koppsett.