Tann 97 ára gamla Irmgard Furchner, sum í farnu viku var dømd fyri nazibrotsverk, kærir nú dómin. Tað skrivar tíðindastovan AP.
Irmgard Furchner var í farnu viku dømd fyri hennara leiklut í týningini av 11.000 fólkum á Stutthof týningarleguni undir øðrum heimsbardaga. Umleið 65.000 fólk lótu lív í Stutthof, antin av svongd, sjúku ella týning í gasskamari.
Irmgard Furchner, sum í dag býr á røktarheimi nærindis Hamburg, arbeiddi sum skrivari á týningarleguni tvey tey seinastu árini undir krígnum. Dómurin í farnu viku ljóðaði upp á tvey ára treytaða fongsulsrevsing.
97 ára gamla Irmgard Furchner var tann fyrsta kvinnan, sum var lógsøkt í Týsklandi fyri brotsverk undir øðrum heimsbardaga í fleiri áratíggju.
Ákærin sigur, at talan kann vera um eitt av teimum síðstu rættarmálunum, ið snýr seg um brotsverk, sum eru framd undir Holocaust, skrivar Ritzau í samband við rættarmálið.
Enn er ikki greitt, nær ein dómstólur aftur fer at viðgera málið.
Les eisini: 97-ára gomul dømd fyri nazi-brotsverk