97-ára gomul dømd fyri nazi-brotsverk

97 ára gamla Irmgerd Furchner er nú dømd fyri hennara leiklut í týningini av 11,000 fólkum á Stutthof týningarleguni undir øðrum heimsbardaga

Steinar Patursson
20. desember 2022 kl. 10:51

Ein rættur í býnum Itzehoe í Týsklandi hevur dømt 97 ára gomlu Irmgard Furchner tvey ára treytaða fongsulsrevsing fyri hennara leiklut í týningini av 11,000 fólkum á Stutthof týningarleguni frá 1943 til 1945.

Irma Furchner arbeiddi sum skrivari á týningarleguni tvey tey seinastu árini undir krígnum, og sambært The Guardian varð Furchner dømd fyri unglingamisbrot, av tí at hon var 18 ár, tá brotsverkini fóru fram.

Upprunaliga skuldi málið koma fyri rætt í september í fjør, men tá slapp Furchner sær til rýmingar. Hon varð kortini fangað fáar tímar eftir, at hon skuldi verið møtt í rættinum.

Um 65,000 fólk lótu lív í Stutthof, antin av svongd, sjúku ella týning í gasskamari. Stutthof er nærhendis Gdansk í Polandi.