Ein fyrrverandi skrivari í einari týskari kz-legu skal í dag fyri ungdómsrættin í Týsklandi.
Tann 96-ára gamla kvinna, sum verður nevnd Irmgard F., er ákærd fyri medvirkni til dráp av fleiri enn 11.000 fólkum í kz-leguni Stutthof í Danzig, sum hoyrdi til Týskland, undir seinna heimsbardaga.
Kvinnan var millum 18 og 19 ára gomul, tá hon arbeiddi í kz-leguni, og tí verður hennara sak førd fram fyri einum ungdómsdómstóli.
Rættarmálið byrjar ein dag áðrenn Nürnberg-rættargongdin verður markerað, tí tað eru 75-ár síðani, at 12 leiðandi nasistar vórðu dømdir til deyða.
Í næstu viku byrjar eisini eitt rættarmál móti einum nú 100-ára gomlum manni, ið var vaktur í einari kz-legu.