Ongi úrslit

96 tilburðir í gjár

Fyrr í dag væntaði landslæknin, at talið fyri kanningar í gjár fór at tátta í tey 100. Nú eru tølini úti og smittutalið er 96 fyri seinasta døgnið

Sigurjón Einarsson
7. desember 2021 kl. 19:25

Í gjár vóru 96 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu, skrivar korona.fo.

3.027 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 596 fólk smittað og sjey eru innløgd við koronu í Føroyum.

Smittutrýstið gongur eisini skeiva vegin aftur, sæst á talvuni niðanfyri.

13 fólk eru skrásett sum deyð við koronu.

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35