Vøksturin í lønargjaldingum hevur verið rættiliga javnur síðani á heysti 2020.
Menninir áttu 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent
Í januar áttu menninir um 561 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 49 milliónir ella 8,7 prosent meira enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu um 377 milliónir, sum eru 27 milliónir ella 7,7 prosent meira enn sama mánað í fjør.
Vøkstur í øllum høvuðsvinnugreinunum
Lønargjaldingarnar innan 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar støðugt. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar 9,3 prosent hægri.
Í 'privatum tænastuvinnum' hevur eisini verið støðugur vøkstur seinastu árini. Vøksturin er 4,4 prosent í mun til sama mánað árið fyri.
Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' lækkaðu lønargjaldingarnar støðugt í næstan tvey ár eftir koronu. Nú vaksa lønirnar aftur við somu ferð, sum undan farsóttini. Samanborið við sama mánað í fjør eru lønargjaldingarnar vaksnar við 11,9 prosentum.
Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru mánaðarligu sveiggini í lønargjaldingunum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Vøksturin er 10,6 prosent í mun til sama mánað árið fyri.
Lutfalsliga størst vøkstur innan byggivinnu o.a. tilvirking
Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.
Seinasta árið eru lønirnar í krónum vaksnar mest í 'almennari fyristing v.m.' við 199,4 milliónum krónum. Lutfalsliga er vøksturin størst í 'byggivinnu o.a. tilvirking' við 8,6 prosentum. Fiskivøruídnaðurin er einasta vinnugreinin, sum hevur lægri lønarútgjaldingar samanborið við tíðarskeiðið frammanundan.
Útlendingar áttu slakar 25 milliónir
Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar frá fyritøkum í Føroyum til løntakarar, sum búgva uttanlands. Í januar var talið á 24,6 milliónum ella 2,6 prosent av lønargjaldingunum.
Lønargjaldingarnar til útlendingar vóru góðar 20 milliónir ella 46 prosent lægri í januar í mun til desember. Av hesum muninum áttu útlendskir menn nítjan milliónir. Borið saman við januar í fjør er munurin tó ein vøkstur við 1,2 milliónum krónum ella 5 prosentum.
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.