859 tilburðir í gjár

Smittutalið setti ikki mett, men bæði smittutal og positivprosent eru framvegis sera høg

Steinar Patursson
26. januar 2022 kl. 18:15

Hóast metið ikki varð sett aftur í dag, má ásannast at smittutalið er heilt høgt.

Tølini frá landslæknanum siga í dag, at frá kanningunum í gjár eru staðfestir 859 tilburðir.

Øll tey smittaðu hava fingið boð, sigur landslæknin.

4028 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið, og samstundis sum at 859 tilburðir vórðu staðfestir, merkir hetta, at positivprosentið er 21,33 prosent.

Í løtuni eru 4690 smittað við korona, eingin er innlagdur vegna korona, ein er innlagdur við korona í Føroyum.