Funnu 7,7 milliónir í grønlendskum frystigóðsi

Danska tollvaldið kom miðskeiðis í mánaðinum fram á næstan átta milliónir, ið vóru fjaldar í einari sending av frystigóðsi á veg til Grønlands. Tollvaldið vil ikki siga, hvar góðsið kom frá, men málið er latið løgregluni.

Steinar Patursson
27. oktober 2021 kl. 15:20

Danska tollvaldið kom miðskeiðis í hesum mánaðinum fram á ikki færri enn 7,7 milliónir krónur í einari sending av frystigóðsi, ið skuldi til Grønlands.

Sermitsiaq skrivar, at ein røð av plattum varð tikin til vanligt eftirlit á Grønlandshavnini í Aalborg, har vørur verða avskipaðar til Grønlands. Sambært tollskjølunum var talan um eina vanliga sending av frystigóðsi, men tá góðsið varð kannað gjølla við skannara og pengahundum, vísti tað seg, at peningur var fjaldur inni í góðsinum.

Danska tollvaldið hevur boðað løgregluni frá, og sambært Sermitsiaq er málið latið víðari til løgregluna í Grønlandi.

Tollvaldið vil ikki siga, hvar pengarnir koma frá, tí at hetta kann ávirka kanningararbeiðið.

Talan er ikki um smávegis fund hjá tollvaldinum, og upphæddin á 7,7 milliónir krónur svarar til ein triðing av teirri peningaupphæddni, ið tollvaldið hevur lagt hald á í 2019 og 2020, tá samlaða upphæddin var 22 milliónir krónur.

Í juni mánaði í ár varð ein 44 ára gamal svenskur maður tikin í tollinum á flogvøllinum í Kastrup, tí hann hevði ov nógvan reiðan pening uppi á sær – alt ov nógvan. Maðurin hevði tilsamans 9,4 milliónir krónur í ymiskum gjaldoyrum á sær, og hetta hevði við sær, at hann fekk eina bót á 2,3 milliónur krónur.