Lykkenborg er heiti á nýskrivaðum leikverki, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Mikukvøldið 1. juni varð leikurin frumsýndur í Listastovuni í Miðvági, og síðan hava 14 sýningar verið í tveimum umførum, og hava allar sýningarnar verið útseldar. Leikurin fekk seks av seks møguligum stjørnum í mentanarsendingini Nón, frá Súsonnu Tórgarð og Katrin Joensen-Næs. Triðja og seinasta umfar av sýningum byrjar leygarkvøldið 30. juli í Listastovuni í Miðvági.
Lykkenborg er søgan um ein føroyskan original. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken, sum vaks upp úti á bygd í fiskivinnusamfelagnum. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og heldi ímóti listaligum arbeiði. Søgan er um, hvussu hann treiskaðist og, ímóti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg - eina villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, ið sá hana, misti ondina, og so fløkjalig, at tað segðist, at tann, ið hættaði sær at fara inn í hana, kom ongantíð út aftur.
Leikurin snýr seg eisini um tíðarskeiðið, tá ið Pól Jóhannus varð sendur einsamallur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir “Åndssvageforsorgen”.
Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya, og fáa Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.
Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsini á teimum áleið fimmti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli, og Dánjal á Neystabø er tónasmiður og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari.
Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard: “Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blandað saman við ein fiktivan heim”.
Búi leggur aftrat: “Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru rættiliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er ein samanrenning av veruleika og fiktión”.
Næstu sýningarnar verða, leygarkvøldið 30. juli kl. 19.00, sunnudagin 31. juli klokkan 16.00 og mánakvøldið 1. august klokkan 19.00