75 ára gomul kona handtikin fyri yvirgang

Týska løgreglan heldur, at 75 ára gamla konan stóð aftan fyri ætlanir at burturføra týska heilsumálaráðharran

75 ára gamla konan varð í rættinum í Karlsruhe sett í varðhald. Mynd: EPA
Steinar Patursson
14. oktober 2022 kl. 16:59

Ein 75 ára gomul kona í Týsklandi er handtikin og varðhaldsfongslað, tí hon er undir illgruna fyri at vera heilin aftanfyri ein týskan yvirgangsbólk á víðgongda høgravonginum, ið hevði ætlanir um at fremja álop á týskar politikkarar og infrastruktur.

Sambært The Guardian er 75 ára gamla kvinnan pensioneraður fólkaskúlalærari úr Sakslandi, og sambært løgregluni er kvinnan ”ideologiski heilin” handan bólkin, ið bæði ætlaði at burturføra týskar politikkarar og fremja álop á orkuverk fyri at myrkaleggja partar av Týsklandi.

Fýra menn vórðu eisini handtiknir í sambandi við málið í apríl, og sambært løgregluni høvdu menninir vápn og royndu at fáa fatur á spreingievnum.

Tað er ikki greitt, júst hvussu nær bólkurin var at náa sínum málum, men løgreglan vil vera við, at eitt av fyrstu málunum hjá bólkinum var at burturføra týska heilsumálaráðharran, Karl Lauterbach, og – um neyðugt – at drepa lívverjar hansara.

Sambært týsku løgregluni hevur bólkurin eisini samband við víðgongdu Reichsburger rørsluna, umframt at samband er við vaksinuskeptiskar og koronaavnoktandi rørslur.